Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
26.06.2025 15:46

Landsstýriskvinnan luttekur á ES-ráðstevnu um Arktis í Finnlandi

Mynd: Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Hesa vikuna luttekur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í uttanríkis- og vinnumálum, á ráðstevnuni EU Arctic Forum, sum verður hildin í Kittilä í Finnlandi.

Ráðstevnan, sum ES-nevndin og finska stjórnin skipa fyri, savnar stjórnarumboð, granskarar og umboð fyri upprunafólk at viðgera viðurskifti í Arktis. Á skránni eru evni sum trygd og støðufesti, burðardygg menning, grøna orkuskiftið, havumsiting og fólkaræðislig luttøka í Arktis.

Landsstýriskvinnan helt røðu í sambandi við at ráðstevnan varð sett, saman við svenska evropamálaráðharranum Joakim Strand og Costas Kadis, sum er ES-nevndarlimur fyri fyri hav- og fiskivinnumál.

“Tað er avgerandi at røkja og styrkja álítandi sambond við grannalond og samstarvspartar fyri at tryggja frið, støðufesti og burðardygga menning í Arktis og Norðuratlantshavi,” staðfestir Sirið Stenberg.

Í røðuni legði landsstýriskvinnan dent á, at fólkið í Arktis eigur at luttaka virkið í altjóða samstarvi, sum hevur týdning fyri økið.

“Veðurlagsbroytingar ávirka bæði lívskorini, náttúruna og búskaparligu karmarnar í økinum. Tí mugu tey, sum búgva og virka her, hava ávirkan á tær avgerðir, ið verða tiknar um framtíðina í økinum,” segði hon.

Í sambandi við ráðstevnuna hevði landsstýriskvinnan eisini fund við ES-nevndarlimin Costas Kadis um samstarvið millum Føroyar og ES.


Meira kunning um ráðstevnuna fæst her.