Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
16.06.2025 22:12

Landsstýriskvinnan kunnað vinnuna um landagóðkenning frá Brasil

Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Í dag hitti Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í uttanríkis- og vinnumálum, Niels Winther, stjóra í Vinnuhúsinum og Jógvan Hansen, formann í Ráfiskakeyparafelagnum at umrøða landagóðkenningina frá Brasil.

Bárður Enni, stjóri á Heilsufrøðiligu starvsstovu, greiddi frá víðari tilgongdini. Enn eru nøkur stig eftir, men væntandi kann útflutningurin byrja í heyst. 

Umboðini fyri vinnuna fegnaðust um landagóðkenningina og vinnan er spent um at kunna fara undir fyrireikingar at útflytta saltaðan fisk til Brasil.

Báðir partar vóru samdir um at fara undir fyrireikingar til eina vinnuferð til Brasil komandi vár við luttøku av landsstýriskvinnuni og umboðum fyri vinnuna.