Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
14.11.2025 18:39

Landsstýriskvinnan í Brüssel

Mynd: Fíggjarmálaráðið

Fíggjarmálaráðið

Ruth Vang hevur luttikið á árliga norðurlendska ráðharrafundinum fyri fíggjarmálaráðharrar. Fundurin var í Brüssel. Fundurin viðgjørdi serliga tilbúgving av fíggjarliga undirstøðukervinum í einari ófriðaligari tíð.  Ráðharrarnir raðfesta eitt tættari norðurlendsk samstarv á hesum øki. 

Les tíðindaskrivið frá fundinum her.

Eisini nýtti Ruth Vang høvið at hitta  Henna Virkkunen, ES-nevndarlim við ábyrgd fyri talgilding, trygd og fólkaræði og Valdis Dombrovskis, ES-nevndarlim í búskaparmálum.

ES hevur sett sær sum mál at minka um regulering og menna produktivitet og kappingarføri – nakað sum samsvarar væl við málini hjá landsstýrinum.

Á fundunum vóru millum annað talgilding og handil umrødd, sum eisini er nevnt í semjuskjalinum millum Føroyar og ES, sum varð undirskrivað í fjør. 

Yvirhøvur er áhugi og vilji í ES-skipanini til at menna samstarvið við Føroyar. Fyri okkum hevur tað týdning, at føroysk vinna og persónar hava lætta atgongd til ES-marknaðin – sigur Ruth Vang, landsstýriskvinna.