Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
25.06.2026 18:01

Landsstýriskvinnan hevur hitt nýggja Arbeiðsumhvørvisráðið

Frá vinstru: Heri Vík, Marius Thomassen, Margit Stórá, Evelyn Gaard, Suni Simonsen og Irdi Neshamar. Bina Reginsdóttir og Annika Helgadóttir Davidsen vanta á myndini. Mynd: Almanna- og bústaðamálaráðið

Almanna- og bústaðamálaráðið

Margit Stórá, landsstýriskvinna í almanna- og bústaðamálum, hevur í dag hitt nýggja Arbeiðsumhvørvisráðið.

Forkvinna í ráðnum er Evelyn Gaard, sum er tilnevnd av landsstýriskvinnuni eftir tilmæli frá Arbeiðsumhvørvisráðnum. Hinir limirnir eru:

  • Marius Thomassen, umboð fyri arbeiðsgevarafeløgini
  • Irdi Neshamar, umboð fyri arbeiðsgevarafeløgini
  • Heri Vík, umboð fyri arbeiðstakarafeløgin
  • Suni Simonsen, umboð fyri arbeiðstakarafeløgini
  • Bina Reginsdóttir, umboð fyri landið og kommunufelagið
  • Annika Helgadóttir Davidsen, umboð fyri starvsfólkini hjá landinum og kommununum


Umframt at heilsa upp á nýggja ráðið nýtti landsstýriskvinnan høvið til at tosa við ráðið um ætlanirnar fyri komandi tíðina. Landsstýriskvinnan ynskir at raðfesta arbeiðsumhvørvið í Føroyum og at arbeiða fram í móti einari nullhugsjón, tá ið tað snýr seg um arbeiðsvanlukkur. 

Arbeiðsumhvørvisráðið verður ein virkin og týðandi partur í arbeiðinum við at fremja eina nullhugsjón á føroyska arbeiðsmarknaðinum og skal vera við til at gera tilmælir og uppskot um, hvussu arbeiðið kann skipast, so málið verður rokkið.

Landsstýriskvinnan ynskir nýggja Arbeiðsumhvørvisráðnum blíðan byr í arbeiðinum og takkar fráfarna ráðnum fyri teirra íkast og arbeiðssemi seinastu árini.