Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
05.03.2024 12:09

Landsstýrisfólk mugu geva rættar upplýsingar

Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin

Gjøgnumskygni hevur einki virði, um vit ikki kunnu líta á, at tað sum verður upplýst er rætt.” Tað sigur Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður, tá hann verður spurdur um málið um, at Høgni Hoydal, landsstýrismaður, er eigari av einum vinnuligum báti.

Tað er ikki eitt lógarkrav, at landsstýrisfólk skulu upplýsa um sínar privatu ognir, og í somáta hevur Høgni ikki brotið lógina. Men hinvegin, so hevur flokkurin hjá Høgna gingið á odda við at krevja fult gjøgnumskygni, klokkuklárar mannagongdir og treytaleyst nærlagni, og tá er tað óheppið, um tey sjálvi ikki liva upp til tað,” sigur hann. 

Helgi Abrahamsen sigur, at stóri spurningurin nú er, um landsstýrismaðurin hevur fingið mvg-afturbering, tá báturin bleiv keyptur.  

Er tað so, at felagið hevur fingið meirvirðisgjaldið aftur, tí at báturin er vinnuligur, og tað vísir seg, at báturin ikki hevur verið brúktur til nakað vinnuligt, so er tað ein trupulleiki. Og er tað so, at báturin, sum ein landsstýrismaður eigur í, hevur verið brúktur vinnuliga, so er tað ein annar trupulleiki,” sigur hann.