Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
30.09.2025 18:41

Landsstýrið umhugsar kanning um børn, sum eru send av landinum

Lesarabræv

Eftir áhaldandi at hava víst á, at tað ikki er í lagi, at vit senda børn og ung av landinum, umhugsar landsstýrið nú at seta eina kanning í verk um hetta.

Tað eru sera góð tíðindi!

Umsiting og lógarverk hevur verið á føroyskum hondum eina hálva øld, men framvegis senda vit børn og ung av landinum, tí vit siga okkum ikki megna at taka okkum av teimum.

Hetta er ein myrkur blettur í okkara søgu, sum sjóneykan eigur at verða sett á. Vit mugu hava dirvið til at kanna okkara egnu fortíð. Bæði fyri at taka ábyrgd av fortíðarinnar avgerðum, men mest av øllum fyri at læra av søguni og tryggja, at børn og ung framyvir eru í góðum hondum í Føroyum.

Onki innlit, ongin vitan

Í 50 ár hava vit havt ábyrgd av barnaverndarøkinum. Umsitingin av barnaforsorgini kom á føroyskar hendur í 1975, og í 2006 var málsøkið yvirtikið og vit fingu føroyska lóggávu á økinum. Áðrenn føroyska barnaverndarlógin kom, var økið umsitið eftir danskari lóg um barnaforsorg, sum var sett í gildi í Føroyum í 1960. Lógin hevði sín uppruna í donsku forsorgarlógini frá 1933.

Eg havi spurt landsstýrismanninum í barnamálum, Djóna Nolsøe Joensen, hvussu nógv børn talan er um. Ítøkiliga um hvussu nógv børn eru send av landinum síðani apríl 1975, tá vit yvirtóku umsitingina av økinum, og síðani eisini um, hvussu nógv børn eru send av landinum, síðani vit fingu føroyska lóggávu á økinum í 2006.

Tað er sera trupult at fáa neyvt innlit í barnaverndarøkið í Føroyum. Bæði tí økið er sárt og privat, men eisini tí umsitingin er býtt millum land og kommunur. Tað staðfestir svarið frá landsstýrismanninum eisini. Tað ber ikki til at siga, hvussu nógv børn vit hava sent av landinum, og vit kunnu heldur ikki siga ítøkiliga hví.

Tørvur á at kenna søguna

Tað er sjálvandi ikki gott, at vit ikki vita. Vit mugu kenna søguna. Vit mugu taka ábyrgd, læra av okkara mistøkum og tryggja, at vit í framtíðini geva okkara børnum og ungu ein tryggan og góðan uppvøkstur í Føroyum.

Og øll tey børnini, sum hava verið send av landinum og framvegis verða tað, hava uppiborið at kenna sína søgu.

Tí eri eg ótrúliga glað fyri, at landsstýrið nú eisini hevur tikið málið til sín og umhugsar at seta eina kanning í verk.

Liljan Weihe

Løgtingskvinna, Tjóðveldi