Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
02.08.2023 08:43

Landsstýrið skotið seg sjálvt í fótin!

Mynd: Áðrenn og aftaná havnastongsulin

Eyp

Hetta er ein, av fleiri meiningum, sum er uppi at venda í hesum døgum, nú tað er komið fram, at eingin russisk skip, heldur ikki tey sum hava loyvið at hava teirra virksemið her á landið, eru longu í Føroyum.

Í gjár frættist, at eingin russisk skip liggja á Runavík longur og at havnastongsulin hevur rakt sera hart á Skálafjørðinum har longu nú fleiri milliónir eru mistar í inntøkum. Og útlitini eru døpur framyvir.

Og tølini sum eru komin fram seinastu dagarnar eru tíðanverri ikki góður lesnaður hjá vanliga føroyinginum, serliga úti í framleiðsluføroyum og bygdunum sum hava vinnulívið tætt uppat sær. Hetta hevur sjálvandi ført til stúran, bæði vinnulívinum og teimum føroysku familjunum, sum onkursvegna breyðføða sær og sínum av hesum inntøkum.

Fleiri hundratals milliónir missir tað føroyska samfelagið av stongslinum við øllum teimum avleiddu vinnunum, sum hava havt sína dagligu arbeiðsgongd runt kaiøkini runt landið, við umskipan, bunkring, umvælingum, provianti v.m.

Alt tað russiska virksemið er nú flutt útum tað føroyska 200 fj. sjómarkið, har nú ístaðin norðmenn og hálendingar skovla pengar inn fyri ávíkavist bunkring og umskipan v.m.

Alt sum kundi verið gjørt við føroyskan bryggjukant, men ístaðin er gloppið okkum av hondum vegna høgan moral og etikk, mest frá føroyskum politikkarum, sum hava sína dagligu gongd runt “nýggju” Havnará og niðrið á danaborgini. Tiltøk sum einans hava rakt okkum føroyingar í afturpartin sum ein ´boomerang´ og sum onga ávirkan hevur yvirhøvir á russar ella tað kríggið sum gongur fyri seg á meginlandinum.

Kanska hevur tað heldur hinvegin, styrkt russar og er tað kanska ein fyrimunur sum vit hava givið teimum, og møguliga, bert møguliga, hava vit óbeinleiðis gjørt teir sterkari at kríggjast víðari.

Ongan góðan á Løgtingi

Hendan íkomna støðan, sum serliga rakar Eysturoynna hart, hevur eisini eitt annað sjónarhorn, sum serliga eysturoyingar kenna sviðan til, men sum teir sjálvir hava skyldina av.

Aftaná hvørt løgtingsval, gremja serliga eysturoyingar seg um, at teir eru so illa umboðaðir á løgtingið og at teirra áhugamál ikki verða umboða. Serliga er tað vinnulívið og tann mentanin sum er í lokalumhvørvinum, sum ikki verður hoyrd. Men hvørjaferð standa veljarnir tó við svartaper, og eru undirumboðaðir millum tey 33 fólkavaldu á løgtingi. Hetta hevur verið “trupuleikin” síðani Føroyar blivu eitt valdømi í 2007, tá ið 19 tinglimir atkvøddu fyri at gera Føroyar til eitt valdømi og 13 vóru ímóti.

Fyrr í ár var eitt annað mál frammi, sum eisini fekk eysturoyingar og norðoyingar at ressast við og sum rakti teir meint, tó at teir ikki kundu gera nakað við tað. Tað var málið um hægri gjald til ali- og fiskivinnuna. Nakað sum ávarað var hart ímóti, men har politiska elitan í Tinganesi ikki vildi lurta eftir “sínum veljarum” uttanfyri høvuðsstaðin. Endin var, at t.d. Bakkafrost mátti hálsa um, og ístaðin enduskoða sínar framtíðarætlanir við at íløgurnar til nýskapan og menning í Føroyum mátti minka munandi næstu 5 árini, samstundis sum virksemið í Skotlandi ístaðin fór at verða økt. Eisini stjórin á Hiddenfjord, Atli Gregersen gjørdi greitt, at økta tøkugjaldi fór at minka um nýíløgur hjá teimum.

Síðsti tráðurin

Í øllum hurlivasanum og stúranin í dag, so er bert ein tráður eftir til Russlands, og tað er so fiskiveiðuavtalan, sum vit hava havt við russar (Sovjetsamveldið) síðani 1977. Tann avtalan skal antin endunýggjast ella sigast upp í heyst. Í løgmansrøðuni sum var hildin nú á ólavsøku, róði løgmaður kanska uppundir, at møguliga fór avtalan at verða slitin, tí at samgongan vigaði moral og etikk sera høgt.

So er brennandi spurningurin, hvat hendan samgongan við Javnarflokkinum, Tjóðveldi og Framsókn ætla at gera. Nú hava vit skotið okkum í fótin einaferð, segði ein klókur maður einaferð. So er spurningurin um, vit skjóta okkum í høvdið næstu ferð, segði ein annar.