Tíðindaskriv
Stutt fyri jól í fjør kærdu fíggjarmálaráðið og KAF arbeiðarafeløgini fyri fasta gerðarrættin fyri óheimilað at hava lýst verkfall á almenna og kommunuala arbeiðsmarknaðinum í mei mánaði 2024, tá ið arbeiðarafeløgini vóru í verkfalli. Arbeiðarafeløgini hildu fast við sín rætt um at fara í verkfall, og sannførdu gerðararættardómararnar um at avvísa uppáhaldinum hjá landi og kommunum.
Fyri okkum er hetta ein stórsigur, sjálvandi er tað tað, siga forfólkini í arbeiðarafeløgunum.
Feløgini fegnast um, at hesin viðurkendi rætturin eisini er staðfestur av fasta gerðarrættinum, men undrast á, at tey yvirhøvur vóru drigin í fasta gerðarrættin, tá tað er ein so drúgv siðvenja á økinum.
Ingeborg Vinther vísti m.a. í síni vitnisfrágreiðing á siðvenju og at hetta er viðurkent, tí tá arbeiðsgevarar hava lýst verkbann, so hevur hetta eisini fevnt um starvsfólk hjá landi og kommunum.
Fyrrverandi borgarstjórin fyri Føroya stórstu kommunu vitnaði eisini í gerðarrættinum um henda viðurkenda rættin hjá feløgunum at fara í verkfall. Heðin Mortensen segði m.a. í síni vitnisfrágreiðing, at feløgini høvdu sambært siðvenju rætt at fara í verkfall. Tí vildi Tórshavnar kommuna ikki fara í gerðararættin, tá ið verkfallið var lýst í mei 2024
Vit eru ógvuliga fegin um dómin, og at vit fáa okkara rætt staðfestan enn einaferð, siga forfólkini í arbeiðarafeløgunum.
Tey fýra arbeiðarafeløgini, sum vóru kærd fyri óheimilað verkfall vóru Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðarafelag, Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag og Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag.