Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
02.11.2025 11:17

Landsliðsúttøkur mánadagin

Eyðun Klakstein og Ólavur Mikkelsen, venjarar hjá ávikavist manslandsliðnum og U21 lanEyðun Klakstein og Ólavur Mikkelsen, venjarar hjá ávikavist manslandsliðnum og U21 landsliðnum - Mynd: Jóhanna Thomsendsliðnum - Mynd: Jóhanna Thomsen/FSF

Fótbóltssamband Føroya

Mánadagin klokkan 10:00 fara Eyðun Klakstein og Ólavur Mikkelsen at kunngera hóparnar til A- og U21-landsliðsuppgávurnar í novembur.

Tvær stórar EM- og HM-uppgávur standa fyri framman, umframt tveir venjingardystir, tá U21- og A-landsliðið við monnum seinni í mánaðinum skulu í eldin aftur.

Í hesum sambandi verður skipað fyri tíðindafundi í Trinstovuni á Tórsvølli mánadagin 3. novembur klokkan 10:00.

Fyrst verður tað Ólavur Mikkelsen, ið fer at kunngera U21 hópin til dystirnar móti Ungarn og Frankaríki, og síðani fer Eyðun Klakstein at kunngera hópin hjá manslandsliðnum, ið skal møta Kroatia og Kasakstan.

Dystaskráin
13. nov. Ungarn – Føroyar (U21 / venjingardystur)
14. nov. Kroatia – Føroyar (A / HM undankappingardystur)
17. nov. Frankaríki – Føroyar (U21 / EM undankapping)
18. nov. Kasakstan – Føroyar (A / venjingardystur)