Í morgin, mánadagin 29. septembur klokkan 10:00 verður landsliðsúttøka hjá A-landsliðnum og U21 landsliðnum hjá monnum.
Á tíðindafundinum fer Ólavur Mikkelsen, U21 landsliðsvenjari at kunngera hópin til EM undankappingardystirnar móti Frankaríki og Sveis, og Eyðun Klakstein, A landsliðsvenjari fer at kunngera hópin hjá manslandsliðnum til HM undankappingardystirnar móti Montenegro og Kekkia.
9. okt. Føroyar – Montenegro (A / á Tórsvølli)
10. okt. Føroyar – Frankaríki (U21 / á Djúpumýru)
12. okt. Føroyar – Kennia (A / á Tórsvølli)
14. okt. Føroyar – Sveis (U21 / á Tórsvølli)