Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
19.11.2025 12:08

Landsliðið vitjað Stranda skúla

Mynd: Stranda skúli

Stranda skúli

Í dag hevur A-landsliðið hjá hondbóltskvinnunum vitjað okkum í Stranda skúla. Tær greiddu frá, hvørjar tær eru, og hvar tær spæla og svaraðu eisini spurningum frá næmingunum. Skúlastjórin ynskti teimum góða eydnu í kappingini í Trier og lovaði, at vit í Stranda skúla nokk skuldu heppa væl og virðiliga uppá tær. Áðrenn kvinnurnar fóru avstað aftur, kundu næmingarnir fáa autograf frá teimum øllum. Vit takka fyri vitjanina og ynskja teimum alt tað besta á komandi ferðini og góða eydnu í HM-endaspælinum.

Myndir: Stranda skúli