Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
17.07.2025 09:28

Landskappingin komin út

Savnsmynd (Eysturoyarportalurin)

Hondbóltssamband Føroya

Landskappingarnar hjá SMS, Burn, 1. deild og ungdómum, niður til U14, eru nú komnar út og liggja á heimasíðuni hjá HSF.

Kappingarárið hjá monnum og kvinnum byrjar sum vant við dystunum um Lionsbikarið, har vinnarin av steypakappingini og FM í 2025 møtast. Hesir dystirnir verða sunnudagin 7. september í Høllini á Hálsi. Vikuna eftir byrjar landskappingin, sum koyrir til í seinasta lagi 2. og 9. mai, ávikavist í Burn og SMS deildini, hetta alt eftir hvussu nógvar finalur talan verður um.

Barnahondbólturin hjá U9, U10 og U12 byrjar um mánaðarskiftið september/oktober við Heystkappingini. Leiksskráin fyri barnahondbóltin kemur út eftir summarfrítíðina.

Steypafinaluvikuskiftið 2026 liggur 20. – 22. februar.