Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
01.09.2022 15:27

Landsfundurin hjá Føroya Fiskimannafelag

Landsfundurin hjá Føroya Fiskimannafelag verður 28. Desember 2022 á Parnassinum á Hotel Hafnia. kl. 10.00

Morgunmatur verður kl 9:30

Uppskot til landsfundin skulu vera Føroya Fiskimannafelag, Bryggjubakki 14-16, Postboks 58, 110 Tórshavn, í hendi í seinasta lagi tríggjar vikur fyri landsfundin. Eisini ber til at senda uppskot við telduposti innan somu freist til info@fiskimannafelag.fo

Á landsfundinum koma hesi mál til viðgerðar:

1. Frágreiðing frá virki felagsins í farna ári.

2. Framløga av grannskoðaðum roknskapi til góðkenningar.

3. Val av grannskoðara.

4. Ásetan av limagjaldi.

5. Uppskot frá stjórn og limum.

6. Annað.

Føroya Fiskimannafelag