Almanna- og mentamálaráðið
Í dag hava landsstýrismaðurin í almanna- og mentamálum, Eirikur í Jákupsstovu og formaðurin í Kommunufelagnum, Tórbjørn Jacobsen, havt fund um málið um at savna demensøkið hjá kommununum.
Lógaruppskotið, sum leggur upp til, at tilboðini til borgarar undir fólkapensjónsaldur við demenssjúku frameftir verða veitt av kommununum, hevur verið til ummælis. Freistin at senda inn ummælisskriv er nú farin.
Mett verður, at hetta er ein góð og natúrlig loysn, sum tryggjar, at ábyrgdin verður greitt skipað og liggur hjá einum geira. Flestu kommunurnar hava væl útbygd tilboð til fólkapensjónistar við demens, bæði búpláss og dagtilboð. Við hesi broyting slepst undan, at borgarar og avvarðandi teirra mugu venda sær til fleiri almennar myndugleikar.
Tað er semja millum landið og kommunurnar um at flyta ábyrgdina av demensøkinum til kommunurnar, soleiðis at tryggjað verður, at borgarar ikki detta niður í millum skipanir.
Landsstýrismaðurin í almanna- og mentamálum, Eirikur í Jákupsstovu, heldur tað vera gott, at semja er fingin við kommunurnar.