Mynd: Kavi í dag 28. apríl (Eysturoyarportalurin)
Lambaspræni – ilsligt veður (kavi, regn, vindur) um várið, tá ið lembingin er fyri. Vit skriva í dag 28. apríl. Várið er í hæddini, men tað sæst tíðanverri ikki aftur í veðrinum.
Lembingin er fyri og bóndirnir hava tí úr at gera í hesum døgum, at hyggja um lombini og seyðurin hevur tað gott.
Sum sæst á myndini sum er tikin í dag, so kavaði tað illa eina løtuna.
