Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
30.06.2025 14:43

Laksatorgið 2025 – Ein uppliving fyri alla familjuna!

Tíðindaskriv

Leygardagin 5. juli kl. 10–16 verður Laksatorgið aftur  – Niðri á Støð á Glyvrum

Hetta verður ein spennandi dagur við upplivingum fyri bæði børn og vaksin! Laksatorgið er ein lívligur marknaður og eitt stórt familjutiltak.

Á Laksatorginum kanst tú uppliva:

  • Ókeypis smakkiroyndir frá Etika og Bakkafrost
  • Ponyríðing og kajakkir til børn og ung
  • Dreyibenkir, fiskakør og onnur handverk
  • Tónleik, barnaundirhald og eina fulla pallskrá við spennandi innsløgum
  • Sølutorg við sølu av fjølbroyttum vørum
  • Matvognar og smáttur við leskiligum mati og drykkjuvørum
  • Og mangt annað, sum ger dagin serligan!
     

Vit viðmæla, at fólk hava reiðan pening við, tí ikki øll sølustøðini taka kort.

Kom og uppliva eitt lívligt og hugnaligt tiltak. Laksatorgið er fyri øll – stór sum smá – og tað er ókeypis at luttaka!

Vit síggjast á Laksatorginum leygardagin 5. juli kl. 10–16 á Glyvrum