Mynd: KVF (Skíggjamynd)
Røða, sum borgarstjórin í Runavíkar kommunu flutti fram í kvøld, táið Geytavirðislønin varð handað.
Eir í Ólavsstovu vann Geytan fyri kykmyndina ”Sálarkvøl”, og hon vann eisini áskoðaravirðislønina. Runavíkar- og Tórshavnar kommunur lótu virðislønirnar.
Kæru landsmenn.
Tað var ein gitin og sálaður partisanur, byltingarmaður, sum einaferð helt fyri, at fototólið var eitt avgerandi vápn í kollveltingarstríðnum, og líkamikið hvat ið ein heldur um ta revolutiónina, hann var partur av, er hon í myndum hin best dokumenteraða í heimssøguni.
Tað eru bara tvey hundrað ár síðan fototólið var uppfunnið – og linsan, í ávísan mun, lætti um hjá blýantum og penslum. Sálaðu landsmenn okkara runnu ikki aftaná avtøkumonnum og kvinnum, teir høvdu annað at taka sær fyri á útróðri, í bjørgum, haga, bøi og stákandi inni við eld. Ella sum skaldið tekur til: “Kempur so seigar, løgdu inn teigar úr haga til grønkandi bø. Harðvunnar hendur – garðurin stendur við klípum frá hæddum í støð. Her stóðu teir kropnir við haka í hond, teir saksaðu, veltu og gróvu. Treiskir teir bygdu á kroppinum land, meðan sólin sær søkir hav.” Ella sum Heri prestur tók til í Svínoyar kirkju í gjár, frá einum amtmanni, at ongar aðrar staðir í heiminum, enn júst í Føroyum, hevði man sæð vírikar – knyklar – niður eftir bakinum á monnum av tungum byrðum. Lívið snúði seg í stóran mun um at yvirliva. Kropsliga.
Tíbetur eru føroyingar heldur ikki slopnir undan teimum vindum, sum við skiftandi megi blása í verøld. Tjóðin er infrastruktururin og umvegis nógvar millumrokningar í vinnu – og rørslum í átrúnaði, fakfelagsstríði og tjóðskapi – tekur vøksturin dik á seg á øllum mótum. Eisini á mentanarøkinum. Tað legst til undirstøðuna, táið náðir og stundir gevast, at brúka nakað av orkuni í stríðnum við havsins brótandi bylgjur – til tað stóra kreativa havið, sum kollektivt finst handan skallabeinini á okkum øllum. Skúlaskapur, skaldskapur og mentanargerð. Tjóðin mennist og flýgur sum oknin yvir dølum, fjøllum og havleiðum. Gerst eitt unikt fyribrigdi millum aðrar tjóðir.
Ræðslan fyri at verða avtikin, avmyndaður, fotograferaður, hvarv, tað sæst í ólukkumáta í býar- og bygdarmyndum í hesum døgum, táið vit skulu velja trivalig fotosjoppað andlit inn í eitt fremmant parlament. Kykmyndin lat kortini bíða eftir sær í mun til aðrar listagreinar. Góðar grundir eru helst fyri hesum, – vantandi traditiónir og fæpírni í samfelagnum kanska. Trilvandi verða royndir gjørdar, tjóðarinnar uppdrift er kortini har og kreativir heilar fara so smátt til gongu. Eitt umhvørvi tekur skap, og um Geytin er orsøkin, er ikki til at siga, men nú hesin alvin fer um 10-ára hvarvið, ber í hvussu er til at siga, at tað ongantíð hava verið gjørd so stór framtøk í føroyskari kykmyndalist og ditto ídnaði sum júst í hesum tíðarskeiðnum. Manusritarar, sjónleikarar og framleiðarar hava bitið seg fastar í einum høpi, sum eigur stóra framtíð í sær, tað sæst aftur í øllum teimum ætlanum, sum longu hómast í havsbrúnni.
Tað er umráðandi, at myndugleikar gerast medleikarar í hesi prosessini, sum bæði skal skiljast sum list og ein vaksandi ídnaður í komu. Leiktjøld skulu ikki setast upp, tey hava vit arvað frá Várharra, – okkara er luturin at brúka tey skilagott og á burðardyggari grund.
Runavíkar kommuna hevur hesi seinastu árini sett nakrar krónur av til kykmyndagerð, og onkur úrslit eru longu almenn, meðan onnur eru í stropa. M.a. verður ein frumframførsla í Løkshøll, táið býarskái verður um 14 dagar, og ein onnur, táið mentanarvika aftur verður hildin í kommununi næsta vár.
Ongin ivi er um, at Geytin hevur verið ein kveiki í acceleratiónini á hesum feltinum, á sama hátt sum navnin Herálvur vakti áhugan fyri kykmyndum í býum og bygdum um alt landið í mínum óvitaárum. Einaferð dokumenteraði fototólið eina kollvelting, – í hesum døgum fremur fotolinsan eina kollvelting í føroyskari mentan. Vit eru nú partar av eini kykari tjóðarlaðing.
Hjartaliga til lukku við 10-ára føðingardegnum. Takk fyri høvið.