Víkingur hevur styrkt seg á kvinnusíðuni við nøkrum leikarum.
Víkingur skrivar:
Nakað av broytingum hava verið í hópinum hjá besta kvinnuliðið seinasta hálva árið. Sum kunnugt, so hava Hanna og Maibritt sett gaggurnar á hillina. Annika og Eyðgerð hava valt at gevast við fótbóltinum fyribils av ymsum orsøkum, meðan Sára er flutt niður í lestrarørindum. Eisini er Kára aftur blivin skurðviðgjørd í knænum, og tað tí er tað óvist um hon spælir.
Sum vit kunngjørdu nakað áðrenn jól, so er Nita á Lakjuni komin úr ÍF, samstundis sum Arnborg Lervig Færø eisini flutti heim í seinnu hálvu í fjør. Nú kunnu vit seta nøvn á fýra leikarar, sum leggjast afturat hópinum.
Reima Isaksen, sum er ein av okkara egnu, er aftur, eftir at hon hevur búð í Spania í eitt tíðarskeið. Reima er framrættaður leikari, og hevur umboðað Føroyar á U15, U16 og U17 landsliðnum. Reima er 17 ára gomul, og spældi sín fyrsta dyst fyri okkara besta lið í 2023.
Afturat Reimu hava vit fingið tilgongd av trimum leikarum, sum hava umboðað NSÍ seinastu árini. Jonnhild á Sondum og Rannvá við Streym, sum eru uppaldar í B68 og Natalia Dansdóttir Olsen úr EB/Streymi. Rannvá, sum er systir Eyðgerð, er málverji, meðan Jonnhild og Natalia fyri tað mesta hava spælt í verjuni. Tær hava allar tríggjar verið á ungdómslandsliðum, umframt at Jonnhild fekk sín fyrsta A-landsdyst í vetur.
