Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
15.05.2025 13:13

Kvinnulist í Kolshøll

Tíðindaskriv

Í dag byrjar ein listaframsýning við kvinnulist í Kolshøll á Eiði. Áleið 13 kvinnur luttaka. Flestu teirra hava málningar, men onnur list verður eisini at síggja. Listasýningin verður sett í kvøld klokkan 18:00.  

Tove Kruse Samuelsen, varaborgarstjóri, flytir fram røðu. Eftir hetta verður møguleiki at síggja ymisku verkini afturvið einum góðum kaffimunni og einum køkubita.

Framsýningin er opin soleiðis:  

15. mai – 18:00 til 20:00

16. mai – 17:00 til 19:00

17. mai – 15:00 til 17:00

18. mai – 14:00 til 16:00