Almanna- og mentamálaráðið
Í dag, tann 1. oktober eru liðin 35 ár síðani, at dyrnar vórðu latnar upp í Kvinnuhúsinum. Í hesum sambandi varð skipað fyri almennari móttøku í hølunum hjá teimum. Fitt av fólki høvdu leitað sær hagar at heilsa uppá og ynskja til lukku. Á skránni vóru framløgur, tónleikur og røður afturvið einum góðum drekkamunnni við lagkøku. Eirikur í Jákupsstovu landsstýrismaður bar fram føðingardagsheilsan, sum til ber at lesa niðanfyri.
Góðu tit øll, nevnd, grunnur, starvsfólk og sjálvboðin
Í dag hátíðarhalda vit eina søgu, sum sanniliga hevur sett síni spor í føroyska samfelagið. Í 35 ár hevur Kvinnuhúsið verið tað trygga staðið – eitt friðskjól – har kvinnur í neyð, saman við børnum hava fingið hjálp, vernd og vón.
Hetta hevur frá byrjan kravt dirvi, trúskap og ómetaligt arbeiði frá starvsfólkum og sjálvbodnum. Eg vil sum landsstýrismaður í almannamálum og vegna Føroya fólk takka tykkum øllum hjartaliga.
Síðan Kvinnuhúsið lat upp, er nógv broytt í okkara samfelagi. Eftir eitt 15 ára skeið, har tað eisini hevur verið arbeitt politiskt við at menna harðskapsøkið, tosa vit í dag tosa nógv meira opið um harðskap í parlagi og nærsambondum.
Við Heildarætlanini 2023–2028 eru bygt upp átøk at styrkja um verjuna av teimum, ið liva við harðskapi. Bæði kvinnur, menn, børn og avvarðandi. Lyklaorðið er og hevur allatíðina verið menning av harðskapsøkinum. Aðalmálið við teimum 20 átøkunum er at skapa greiðar og vælgongdar leiðir fyri, hvussu vit sum samfelag skulu upplýsa um, fyribyrgja og arbeiða við at steðga hesum álvarsama trupulleika.
Og hesum arbeiði eigur Kvinnuhúsið ein serligan leiklut í. Tí vitanin og royndirnar, sum eru savnaðar her, hava verið og eru framvegis alneyðugar fyri at menna vitan, politikk og tiltøk á økinum. Tað, sum tit her byggja upp, hevur lagt grundarlag undir flestu av teimum betringum, vit nú síggja.
Samstundis vita vit eisini, at málið er ikki rokkið. Tað krevur samstarv millum myndugleikar, stovnar og felagsskapir – og tað krevur dirvi at viðgera evnir, sum ofta eru tunga at seta orð á. Men eg eri sannførdur um, at vit saman kunnu skapa eitt samfelag, har øll hava rætt til eitt trygt og virðiligt lív – uttan ótta fyri harðskapi.
Eg ynski Kvinnuhúsinum alt tað besta í komandi árum. Tit hava longu skrivað eitt týdningarmikið kapittul í søguni um rættindi og javnstøðu í Føroyum – og eg eri sannførdur um, at fleiri kapitlar enn standa eftir at verða skrivaðir.
Hjartaliga tillukku við 35-ára degnum, og takk fyri, at tit í øll hesi árini hava verið rødd, stuðul og bjarging fyri so nógv harðskapsrakt.
Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í almenna- og mentamálum