Mynd fbf.fo
Kvinnu- og mans landsliðini til Silver League
Kappingin verður í mai og juni 2023. Týsdagin 13. desember verður lutakast á høvuðsskrivstovuni hjá CEV í Luksembourg, og tá fæst at vita, hvørjum liðum kvinnurnar og mennirnir skulu leika í móti.
A-landsliðini hjá kvinnum og monnum í flogbólti skulu í mai og juni luttaka í Silver League kappingunum. Kappingin er ein liga-kapping fyri landslið í Evropa og er skipa við innleiðandi bólkum við fýra liðum í hvørjum, har leiktir verða 3 heimadystir og 3 útidystir. Vinnararnir av bólkaspælinum fara víðari til eina final four kapping, har Evropiski ligameistarin verður funnin.
Dystirnar verða leiktir:
27/28. mai 2023
31. mai 2023
3/4. juni 2023
10/11. juni 2023
14. juni 2023
17/18. juni 2023
Luttøkan hjá A-landsliðunum er liður í nýggja landsliðsarbeiðinum hjá Flogbóltssamband Føroya, har A-landsliðini luttaka í Eurovolley kappingunum annað hvørt ár og í Silver League annað hvørt ár.
Nýggir venjarar til kvinnurnar
FBF hevur sett nýggjan høvuðsvenjarar til A-landsliðið og U19 landsliðið hjá kvinnum. Talan er um Christian Imhoff, sum higartil hevur verið hjálparvenjari hjá A-landsliðinum hjá monnum. Christian er úr Argentina og hevur leikt landsdystir við besta landsliðnum hjá Argentina, sum telist millum fremstu tjóðir í heiminum innan flogbólt. Til dagligt er Christian Imhoff venjari hjá besta mannsliðnum hjá Mjølnir. Afturat Christian Imhoff hevur FBF sett Anniku á Stongum sum hjálparvenjara. Annika er til dagligt hjálparvenjari hjá besta kvinnuliðnum hjá Drátti.
Christian og Annika fara undir fyrireikingar til Silver League kappingina hjá kvinnum seinni í desember, tá flogbóltsútisetarnir eru komnir heim til jóla.
Boban Ilic er høvuðsvenjari hjá monnunum og fer hann nú undir at finna ein hjálparvenjarar ístaðin fyri Imhoff. Mennirnir fara somuleiðis undir innleiðandi fyrireikingarnar til Silver League kappingina seinni í desember.
Meira verður at frætta um lutakastið hjá kvinnunum og monnunum týsdagin.
Deil á Facebook