Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
06.05.2025 16:41

Kveikingar-tiltak um epla- og grønmetisveltur í Sjóvar kommunu

Sjóvar kommuna

Hóskvøldið 8. mai kl. 18.30 verður skipað fyri einum kveikingar-tiltakið um epla- og grønmetisveltur í bygdahúsinum á Strondum.

Tiltakið er ein liður í átakinum, har Sjóvar kommuna bjóðar borgarum sínum møguleikan at velta eitt leiga lendi, sí meir um tað her.

Á tiltakinum luttaka Gunnar Bjarnason, landbúnaðarfrøðingur, Liljan Clementsen, og Eva Andersen.

Gunnar og Liljan hava drúgvar royndir frá Veltuni og Grøna Háskúlanum á Sandi, og Eva hevur við urtagarði sínum gjørt sær líknandi royndir við veltum og vøkstri av ymiskum slag.

Tey koma at greiða frá ymiskum við epla- og grønmetisveltum, heilt frá hvussu ein í smáum byrjar at velta, til meira alternativar loysnir og møguleikar við veltum.

Ein kaffimuður verður eisini at fáa, og møguleiki verður at seta spurningar.

Tað ber til at skriva seg upp til leigulendi til tiltakið. Tað ber eisini til at tilmelda seg á hesi leinkju, ella við at ringja á telefon 232725. Seinasta freist at skriva seg upp til leigulendi er sunnudagin 11. mai.

Hetta kveikingar-tiltak er ikki bert ætlað teimum sum leiga eitt øki, men øllum áhugaðum í veltu av ymiskum slag.

Vónandi møta fólk fjølment.