Innasta inni í Skálafirði, liggur bygdin Skálafjørður — vanliga nevnd Skálabotnur. Í dag er staðið eitt náttúrligt vegamót í Eysturoy, men søgan um bygdina røkkur langt aftur í tíðina. Og vestan fyri bygdina liggur ein heyggur, sum enn ber eitt navn, ið minnir um eina myrka og fremmanda hending: Kurlendingaheyggur.
Navnið er knýtt at søgnini um tríggjar menn úr Kurlandi, sum sambært frásøgnunum komu til Føroyar við skipi í 1600-talinum. Teir komu undan einum skipsbroti — men endaðu, eftir søgnini, lív sítt í Skálabotni.
Ein bygd við eldri sporum
Skálabotnur verður ofta roknaður sum ein av elstu niðursetubygdunum í Føroyum. Tað eru funnin spor, sum benda á, at fólk hava búð á staðnum áðrenn núverandi bygdin varð løgd. Tí er ikki óhugsandi, at botnurin í Skálafirði hevur verið kendur og nýttur langt áðrenn 1600-talið.
Núverandi bygdin verður vanliga sett í samband við 1600-talið. Summar frásagnir nevna árið 1630, meðan aðrar seta niðursetanina nakað seinni í øldini. Tað mest ítøkiliga sporið er Knútur Pólsson av Skála, sum verður nevndur sum fyrsti niðursetumaðurin. Sonur hansara, Poul, varð doyptur í 1687 og er fyrsti persónurin úr Skálafirði, sum kemur fyri í Eysturoyar kirkjubók.
Sagt verður, at Knútur fekk eina hálva mørk frá kongi og loyvi at leggja sær trøð inn úr hagapartinum Skálafjall. Soleiðis varð grundarlagið lagt undir ta lítlu bygdina, sum tá lá fjarskotin innast í longsta fjørðinum í landinum.
Í eldri keldum síggjast ymiskir skrivihættir fyri staðið, eitt nú Skaalebotn, Skaalebugten og Skaalefiorden. Tað vísir, hvussu bygdin og fjørðurin vóru kend bæði í føroyskum og donskum frásagnum.
Kurland – vestast í Letlandi
Kurland, sum á lettiskum eitur Kurzeme, er landslutur í vestara parti av Letlandi. Økið vendir út móti Eystursjónum og røkkur eisini norður móti Rigabuktini. Tað er tí eitt land við drúgvari sjó- og handilssøgum.
Tveir av kendastu havnabýunum í Kurlandi eru Liepāja, sum liggur sunnarlaga við Eystursjógvin, og Ventspils, sum liggur norðarlaga við somu strond. Aðrir kendir býir og býlingar í økinum eru Kuldīga, Talsi, Saldus, Tukums, Aizpute, Pāvilosta og Piltene.
Serliga Kuldīga hevði stóran týdning í søguni um Kurland. Býurin var eitt týðandi handilsmiðdepil í hertogadøminum Kurland og Semgallen. Høvuðsstaðurin í hesum hertogadøminum var tó Jelgava, sum liggur eystan fyri núverandi Kurland, í Semgallen.
Í 1600-talinum hevði hertogadømið Kurland og Semgallen handil, skipsvinnu og sigling langt út um Eystursjónum. Tað hevði ein lutfalsliga stóran flota og hevði samband við fleiri lond. Sostatt er tað ikki óhugsandi, at skip úr hesum parti av Eystrasaltinum komu á føroyskar leiðir.
Skipið úr Kurlandi
Søgnin sigur, at eitt kurlendskt handilsskip í 1687 lá við Glyvrar og lossaði timbur. Tá illveður brast á, skal skipið hava slitið seg leyst og rikið út eftir Skálafirði. Tað endaði við Saltangará, har tað fór á land og gjørdist vrak.
Sambært eini seinni frásøgn varð timbur úr vrakinum tikið til Havnar. Men tríggir menn av manningini komu undan og flýddu til lands. Har eru frásagnirnar ymiskar um, hvat hendi teimum.
Skotnir og grivnir í heygnum
Í teimum elstu prentaðu frásøgnunum verður sagt, at teir tríggir menninir vóru rýmdir av skipinum og vórðu skotnir sum desertørar. Teir vórðu síðani jarðaðir í einum heyggi vestan fyri Skálabotn.
Hesin heyggurin fekk navnið Kurlendingaheyggjur.
Í seinni søgnum verður meira dentur lagdur á skipsbrotið, rýmingina og handtøkuna í Skálafirði. Men um menninir vóru rýmdir, skipbrotnir ella kanska vórðu mettir sum vandamiklir fremmandir, vita vit ikki við vissu.
Tað er júst her, markið gongur millum søgu og søgn. Kurlendingaheyggjur er veruligur og nevndur í eldri keldum. Men sjálv hendingin er varðveitt í frásagnum, har smálutirnir eru ymiskir. Tað einasta, sum tykist at ganga aftur í øllum frásøgnunum, er, at tríggir menn úr einum kurlendskum skipi endaðu lív sítt í Skálabotni — og vórðu lagdir í heyggin vestan fyri bygdina.
Eitt lítið spor av stórum heimi
Kurlendingaheyggur er eitt serligt minni um, at Føroyar ongantíð hava verið heilt avbyrgdar frá umheiminum. Longu í 1600-talinum komu skip, handil, fólk og søgur úr fjarskotnum londum til okkara strendur.
Eitt lettiskt skjal nevnir til dømis skipið Patientia, sum var í Føroyum í 1653. Tað er ikki prógv fyri, at hetta var sama skipið, sum sambært søgnini strandaði í 1687. Men tað vísir, at samband millum Føroyar og Kurland hever verið hesi tíðini.
Kanska fáa vit ongantíð øll svarini. Men Kurlendingaheyggjur minnir okkum um, at søgan eisini býr í nøvnunum í lendinum — og at ein lítil heyggur í Skálabotni kann goyma minnið um eina ferð úr Kurlandi, sum endaði so syrgiliga á føroyskari jørð.
Keldur:
- J. P. Trap, Kongeriget Danmark, 3. útgáva, bind 5. Her verður Kurlendingaheyggjur nevndur, og sagt verður, at tríggir menn úr einum kurlendskum skipi vórðu skotnir og jarðaðir har.
- Trap 5, Skáli sogn, um eldri búsetuspor í Skálafirði og søgnina um Kurlendingaheyggj.
- Tórbjørn Jacobsen, Hugleiðingar yvir hálvpiðaðum sanktiónum, um Knút Pólsson, niðursetanina og kirkjubókina frá 1687.
- Faroeislands.dk, um frásøgnina um skipið, Glyvrar, Saltangará og Kurlendingaheyggj.
- Kurzeme Planning Region, um býir og kommunur í Kurlandi.
- Kuldīga UNESCO, um týdningin hjá Kuldīga í hertogadøminum Kurland og Semgallen.