Mynd: Savnsmynd
Kelda: KVF
Sambært avtaluni kunnu føroysk skip fiska tilsamans 10.000 tons av makreli í norskum sjógvi.
Føroysku nótaskipini sleppa at fiska í mesta lagi 800 tons í part í norskum sjógvi.
Tað upplýsir Árni Skaale, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, fyri Kringvarpinum.
Hetta verður kunngjørt á kunngerðarportalinum í hesi vikuni, sigur hann.
Kunnu landa uttanlands
Avtalan, sum Føroyar hava gjørt við Noreg, kom í gildi 15. september, og tilsamans kunnu føroysk skip fiska 10.000 tons av makreli í norskum sjógvi.
Avtalan hevur eisini í sær, at føroysku skipini fáa undantaksloyvi til at landa makrelin, sum er fiskaður í norskum sjógvi uttanlands.
Nýggja avtalan er ikki so góð sum tann, ið var gjørd í fjør. Tá kundu føroysk skip fiska 83.000 tons í norskum sjógvi.
Deil á Facebook