Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
01.11.2025 10:42

Kunning um arbeiðið við gamla kirkjugarði

Fuglafjarðar kommuna

Fuglafjarðar kommuna hevur samtykt at gamli kirkjugarður skal umgravast. Hetta vegna plásstrot.

Talan er um eitt arbeiði í trimum byggistigum. Sí tekning við byggistigum.

Tekniska deild, hevur staðið fyri fyrireikingum av økinum, í tøttum samstarvi við bæði Tjóðsavnið og Heilsumálaráðið.

Tjóðsavnið hevur gjørt kanningar og skannað lendið fyri fornleivdir. Endamálið við hesum kanningum var fyrst og fremst at finna møguligar leivdir av kirkjuni við Garð, sum varð niðurtikin í økinum í 1872.

Kanningarnar fevndu um loftmyndir við dronu, GPR kanningar og boriroyndir.

Útfrá úrslitinum, metir fornfrøðideildin, at størst sannlíkindi eru fyri, at kirkjan hevur staðið í

útnyrðingshorninum á gamla kirkjugarðinum, har ein grótrúgva liggur í dag ella møguliga í

økinum ímillum hesa grótrúgvu og nútíðar portrið.

Fornfrøðideildin mælir til, at hesi øki verða nærri kannað, ella at fornfrøðiligt eftirlit verður, tá ið grivið verður her.

Eisini Heilsustýrið og landslæknin hava verið partur av fyrireikingunum, og meta tey ikki at vandi kann standast av útgrevstrinum, grunda á aldurin á kirkjugarðinum.

Sáttmáli er gjørdur við Sp/f Voyt um 1. Byggistig, sum sambært ætlan verður liðugt 1. august 2026. Víst á tekning V(50)0.01.

Vísandi til tekning V(50)1.01 verða garðarnir runt kirkjugarðin allir lagaðir við gróti. Verandi grótgarður, ið verður tikin niður, verður endurnýttur í nýggju grótlagingini.V(50)0.01 Yvirlitstekning, framtíðar støðaV(50)1.01 Yvirlitstekning, byggistig