Mynd: Savnsmynd
Tað er ongin loyna at nógv verður gjørt burturúr frá viðhaldsfólki í samband við dystin. Og fer hettar at síggjast og hoyrast aftur við Løkin. Hettar hoyrir fótbóltinum til, og er við at skapa fantastiskar karmar kring vøllin.
Til dystin so verða viðhaldsfólk frá B68 biðin um at sita í sunnaru síðu í skýlinum, og NSÍ viðhaldsfólk í norðaru síðu. Vónandi hugsa øll um hettar tá tey koma til dystin.
Vit vóna at fáa ein góðan dyst, har Fair Play sæst aftur, bæði á vøllinum og uttanfyri vøllin.
So ein áheitan til øll viðhaldsfólk at virða hvønn annan, og at seta seg í rætt økið í skýlinum.
Vælkomin til dystin øll somul.
Deil á Facebook