Heilsufrøðiliga starvsstovan er kunnug við ítøkiligan áhuga fyri at ala lívfisk á landi við Áir ávikavist í Skopun.
Við hesum verður sagt frá, at onnur feløg eisini hava høvi at søkja um loyvi at ala lívfisk á landi við Áir á aliøki L-01 og í Skopun á aliøki L-02.
Umsókn um loyvi til aling av lívfiski á nevndu plássum á landi skal verða latin aliumsitingini hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni innan hósdagin 13. februar 2025.
Feløg, sum eru áhuga í at søkja, eiga skjótast gjørligt at venda sær til aliumsitingina hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni fyri at fáa vegleiðing um krøv til umsókn.