Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða

Broyting í byggisamtyktini hjá Fuglafjarðar kommunu

Sambært gr. 6 í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir við seinni broytingum, verður við hesum gjørt kunnugt, at Fuglafjarðar býráð á fundi 28. august 2025 samtykti at gera broyting í byggisamtyktini fyri eitt øki í Fuglafirði.

Talan er um at broyta matr. nr. 604 í Fuglafirði frá “E: Almennir stovnar” til “B: Sethús og bústaðarøki”.

Tilfar, sum lýsir uppskotið um broyting í byggisamtykt fyri matr. nr. 604 í Fuglafirði, liggur frammi til alment eftirlit á  býráðsskrivstovuni í arbeiðstíðini frá fríggjadegnum 12. september 2025 til fríggjadagin 3.oktober 2025, báðir dagar íroknaðir.

Møgulig broytingaruppskot ella mótmæli skulu skrivliga verða býráðnum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 24. oktober 2025.

Kortið í ovasta vinstra horni vísir økið, sum uppskotið er um at broyta. Kortið í ovasta høgra horni vísir einans lutirnar, sum uppskotið er um at broyta. Á kortinum í niðasta vinstra horni sæst hvussu byggisamtyktin sær út eftir broytingina.

GG: Øll økir, ið ikki eru lýst í teknlýsingini eru sambært byggisamtyktini “K: Landbúnaður”.