Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða

Broyting av byggisamtykt fyri Fuglafjarðar kommunu

Sambært grein 6 í løgtingslóg nr. 13. frá 21. mai 1954 við seinni broytingum, verður uppskot til broytingar av byggisamtykt fyri Fuglafjarðar kommunu løgd fram til alment eftirlit á kommunuskrivstovuni frá 19.11.2024 til og við 3.1.2025 allar gerandisdagar, frá kl 10 – 15. 
Fuglafjarðar býráð samtykti á fundi 31. oktober 2024 uppskot um at broyta almennu byggisamtyktina fyri Fuglafjarðar kommunu fyri øki niðanfyri Mirmansveg, matr.nr. 565. Økið sum broytingin fevnir um verður broytt frá I: Frílendi til B: Sethús – Bústaðarøki við fylgjandi áseting. 

  • At byggjast kann upp til 4 búeindir á matrikkulin
  • At atkoma til grundstykkið kann vera frá Mirmansvegi og Vesturrás
  • At mønan ikki er hægri enn 5m frá veghæddini á Mirmansvegi
  • Mest loyvda byggistig er 0,8
  • Aðrar ásetingar viðvíkjandi bygging skulu vera í samsvar við almennu byggisamtyktina hjá Fuglafjarðar kommunu

Yvirlitskort

Galdandi byggisamtykt

Uppskot til broyting av byggisamtykt

Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot skulu sendast Fuglafjarðar kommunu í seinasta lagi 3.1.2025 á info@fuglafjordur.fo. Viðmerkjast Journal mál nr. 24/00457. 

Fuglafjørður 19.11.2024 – FUGLAFJARÐAR BÝRÁÐ