Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
06.09.2022 13:05

Kunngerð um broyting í byggisamtykt fyri Eiðis kommunu

Mynd: Eiðis kommuna

Við heimild í lógini um býarskipanir og byggisamtyktir (løgtingslóg nr.13 frá 21. mai 1954 um býarskipan og byggisamtykt við seinni broytingum) verður við hesum uppskot til broyting í almennu byggisamtyktini fyri Eiðis kommunu framlagt til alment eftirlit.

Broytingin er løgd fram til almenna eftirskoðan í vanligu upplatingartíðini hjá Eiðis kommunu, á Brekkuvegi 37, 470 Eiði, og á heimasíðuni www.eidi.fo, í tíðarskeiðinum 6. september til og við tann 27. september 2022.

Broytingarnar eru fyri havnalagið á Eiði og summarhúsøkið norðanfyri Ljósá.

Broytingin fyri havnalagið á Eiði er fyri matr.nr. 400a, har partur av matr.nr. 400a verður broytt frá G (neyst og bátapláss) til C (vinnuendamál)

Broytingin fyri summarhúsøkið norðanfyri Ljósá, er at serstøk byggisamtykt er gjørd fyri økið.

Møgulig mótmæli og/ella broytingaruppskot skulu skrivliga verða komunuskrivstovuni í hendi í seinasta lagi týsdagin tann 18. oktober 2022.

Broytingar fyri havnalagið síggjast á kortinum her.

Serstøka byggisamtyktin fyri økið norðanfyri Ljósá kann lesast her.