Sjóvar kommuna
Í 1972 bleiv Stranda Talvfelag stovnað. Felagið var virkið í fleiri ár. Men vegna vantandi undirtøku stóðgaði virksemið, og felagið avtikið.
Men nú verður arbeitt við at endurstovna talvfelagið.
Petur Meinhard Magnussen, sum eisini er virkin í talvarbeiði í Føroyum, arbeiðir við at endurstovna Stranda talvfelag.
Mikukvøldið 16. august kl 18:30 verður kunnandi fundur í lærarastovuni í skúlanum, um hvørjar ætlanir eru við einum talvfelagið á Strondum.
Endamáliđ viđ fundinum er at fáa eina hóming av, um áhugi er fyri hesum í bygdini og at siga eitt sindur um, hvat hugsjónin er fyri felagnum.
Hetta verður eitt felag fyri øll sum hava áhuga í talvi, og ikki bara til tey sum duga væl at telva.
Øll eru hjartaliga vælkomin á kunningarfundin mikukvøldið kl 18:30 í lærarastovuni í Stranda skúla.