Fuglafjarðar kommuna
Fuglafjarðar kommuna bjóðar øllum borgarum og vinnufyritøkum til kunnandi fund um ferðslutálmandi átak í Karvatoftum mikukvøldið 4. februar kl. 19.00.
Átakið er partur av miðbýarætlanini hjá Fuglafjarðar kommunu, sum eftir ætlan skal setast í verk í 2026.
Á skránni er:
- Borgarstjórin bjóðar vælkomin
- EyA arkitektar leggja fram
- Luttakarar fáa høvi at seta spurningar og gera viðmerkingar
- Jóanis Erik Køtlum, kommunustjóri tekur samanum og greiðir frá víðari tilgongdini.
