Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
28.11.2025 12:47

Kunnandi fundir og verkstova um integratión og fjølmentan

Mynd: Løgmálaráðið

Løgmálaráðið

Kunnandi fundir fyri tilflytarar

Í sambandi við, at integratiónslógin kom í gildi 1. juli í ár, hava kunnandi fundir verið fyri tilflytarar í Havn, Suðuroy og á Kambsdali. Tiltøkini vórðu fyriskipaði í samstarvi millum Útlendingastovuna, Løgmálaráðið og FSA lærarar og vegleiðarar. Tiltøkini vóru sera væl eydnaði, og nógvir spurningar og viðmerkingar vóru. 

Verkstova um integratión og fjølmentan

Integratiónslógin ásetir, at kommunurnar skulu seta integratiónssamskiparar í seinasta lagi 1. juli 2026. Ásett er somuleiðis, at Gigni, aftaná 1. januar 2026, skal bjóða tilflytarum við børnum undir skúlaaldri,  at koma á vitjan. Í integratiónslógini verður lagt upp til,  at starvsfólk, sum arbeiða við integratión (t.d. integratiónssamskiparar, námsfrøðingar, o.o.), eiga at fáa førleikamenning innan integratiónsarbeiði.

Tí skipaði Útlendingastovan og Løgmálaráðið í samstarvi við Fróðskaparsetur Føroya fyri einari verkstovu  um integratión og fjølmentan 19. og 20. november. Endamálið við verkstovuni var at geva luttakarunum grundleggjandi innlit í integratiónsarbeiði og týdningin av fjølmentanarligum samskifti og fatan, umframt at geva luttakarunum amboð, sum kann stuðla teimum í teirra arbeiði.

Undirvísarir á skeiðnum vóru Elisabeth Holm, Føroyamálsdeildin og Runa Preeti Isfeld, Samfelags- og søgudeildin, umframt kenda tíðindakvinnan og rithøvundurin Rushy Rashid Højbjerg. Framløgurnar á verkstovuni vóru sera góðar og áhugaverdar og kveiktu til gott kjak, reflektión og góðar samrøður. 

Kannað verður, um líknandi verkstova kann verða fyriskipað aftur næsta heyst. Somuleiðis er ætlanin at fara undir eina tilgongd, har kannað verður, um skipast kann fyri longrivarandi førleikamennandi skeiðum fyri ymiskir fakbólkar.

Onnur tiltøk

Bjarni K. Petersen, landsstýrismaður, hevur sett arbeiðið í gongd á fleiri ymiskum økjum, fyri at fáa integratiónslógina at virka væl. Millum annað samstarvar Løgmálaráðið við Útlendingastovuna, Undirvísingarstýrið, Nám og Vegleiðingarstovunua um gera eitt integratiónsskeið, sum vantandi verður klárt at bjóða út seint í vár.

Arbeitt verður eisini við at gera eitt skeið fyri útlendsk foreldur um integratión av børnum, saman við Útlendingastovuni, Barna- og útbúgvingarmálaráðnum og Gigni. Hetta verður vantandi klárt næsta heyst. 

Somuleiðis verður arbeitt við at gera eina vegleiðing viðvíkjandi trivnaðarætlan á dagstovnunum, sum er ætlað dagstovnum og kommunum.