Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
24.08.2025 10:35

Kroatiski hópurin kunngjørdur

Luka Modrid, ið nú spælir fyri italska stórfelagið AC Milan, er millum teir 23, ið eru boðsendir til landsdystin móti Føroyum á Tórsvølli fríggjadagin 5. septembur - Mynd: GOAL.com

Fótbóltssamband Føroya

Zlatko Dalic, A-landsliðsvenjari hjá Kroatia, hevur sett navn á teir 23 spælararnar, ið eru úttiknir til HM undankappingardystin móti Føroyum á Tórsvølli fríggjadagin 5. septembur.

Kroatiski A-landsliðsvenjarin hjá monnum, Zlatko Dalic hevur sent boð eftir trimum málverjum, sjey verjuspælarum, átta miðvallarum og fimm framherjum til HM undankappingardystin móti Føroyum, sum verður á Tórsvølli fríggjadagin 5. septembur klokkan 19:45.

Og tað er eitt rættuliga sterkt lið, ið Zlatko Dalic hevur at ráða yvir. Størsta stjørnan er allarhelst Luka Modric, sum fyrr í summar skifti frá Real Madrid í Spania til AC Milan í Italia, og sum fýra dagar aftaná dystin á Tórsvølli verður 40 ár.

Hópurin
Dominik Livaković, Fenerbahçe (Turkaland)
Ivica Ivušić, Hajduk Split (Kroatia)
Dominik Kotarski, FC København (Danmark)

Joško Gvardiol, Manchester City (England)
Josip Juranović, Union Berlin (Týskland)
Duje Ćaleta-Car, Real Sociedad (Spania)
Josip Šutalo, Ajax (Holland)
Josip Stanišić, Bayern München (Týskland)
Marin Pongračić, Fiorentina (Italia)
Martin Erlić, FC Midtjylland (Danmark)

Luka Modrić, AC Milan (Italia)
Mario Pašalić, Atalanta (Italia)
Lovro Majer, Wolfsburg (Týskland)
Martin Baturina, Como (Italia)
Kristijan Jakić, Augsburg (Týskland)
Petar Sučić, Inter (Italia)
Nikola Moro, Bologna (Italia)
Toni Fruk, Rijeka (Kroatia)

Ivan Perišić, PSV (Holland)
Andrej Kramarić, Hoffenheim (Týskland)
Ante Budimir, Osasuna (Spania)
Marco Pašalić, Orlando City (USA)
Franjo Ivanović, Benfica (Portugal)

Undan dystinum móti Føroyum er Kroatia nummar 2 í bólkinum við 6 stigum fyri tveir dystir. Kekkia er fremst við 9 stigum fyri fýra dystir, Montenegro hevur 6 stig fyri triggjar dystir, Føroyar hava 3 stig, somuleiðis fyri tríggjar dystir, meðan Gibraltar, ið hevur spælt fýra dystir, framvegis hevur fyrsta stigið til góðar.

Seinni dysturin hjá kroatum í hesum umfarinum verður mánadagin 8. septembur, tá teir taka ímóti Montenegro á heimavølli – samstundis sum Føroyar spæla á útivølli móti Gibraltar.

Atgongumerki til HM undankappingardystin millum Føroyar og Kroatia fáast til keyps í nethandilinum á FSF.fo