Almanna- og mentamálaráðið
Seinnapartin í dag hevur verið skipað fyri tiltaki á Kneysum á Toftum, hetta í sambandi við, at tað í dag er liðin 25 ár síðani KRIS byrjaði sítt virksemi. Fitt av fólki høvdu leitað sær hagar til høvið og eisini Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður var boðin við og bar fram røðu.
Niðanfyri ber til at lesa røðuna.
Røða hjá Eiriki í Jákupsstovu landsstýrismanni til 25 ára dagin hjá KRIS
15. september 2025
Góðu øll í KRIS – nevnd, sjálvboðin, stuðlar og starvsfólk
Tað er mær ein heiður í dag at kunna bera eina heilsa á 25 ára degnum, her í snotiligu hølunum á Kneysum á Toftum.
KRIS hevur í eini fjórðingsøld borið ein serstakan og týdningarmiklan boðskap: at tað finst vón – eisini fyri tey, sum hava upplivað tað ræðuligasta, eitt menniskja kann uppliva: kynslig brotsverk.
Arbeiðið hjá KRIS er tvíbýtt – og bæði liðini eru líka týdningarmikil:
- At hjálpa og stuðla teimum, sum hava verið fyri brotsgerðum, og teirra næstringum.
- At upplýsa og fyribyrgja, so vit sum samfelag kunnu byggja verjur um okkara borgarar, áðrenn skaðin hendir.
Tað krevur dirvi at søkja hjálp, og tað krevur enn meira dirvi at seta orð á tað, sum hevur sett so djúp spor.
Trupulleikarnir við kynsligum brotsverkum ímóti børnum finnast í øllum samfeløgum, eisini í Føroyum, og ofta er ein larmandi tøgn um hetta. Tíbetur er hetta við árunum broytt við meira opinleika, sum samstundis hevur givið dirvi at siga frá brotsverkunum og at leita sær hjálp.
Her hava tit í KRIS gingið undan við bæði kunning, upplýsing og hjálp.
Eitt av tilboðunum, sum tey, sum hava seinárin orsakað av kynsligum brotsgerðum í barnaárunum, fáa, er ókeypis tilboð um sálarfrøðiligt viðgerðartilboð frá løggildum sálarfrøðingi, eitt tilboð sum er komið afturat tí ráðgeving og hjálp, sum tit í KRIS í nógv ár hava veitt óteljandi føroyingum. Sum landsstýrismaður í almanna- og mentamálum fegnist eg um, at hesi tilboð er tøk fyri fólk við seinárini
Samstundis mugu vit ikki gloyma, at kynsligbrotsverk ikki bara raka tann, sum verður misnýttur – hann rakar eisini familjur, vinir og nærsamfelagið. Tí er tað so týdningarmikið, at vit hava felagsskapir sum tykkum, sum bæði lofta teimum, sum eru beinleiðs rakt og teirra nærmastu.
Sum samfelag standa saman við tykkum. Tað gera vit við at tryggja góðar karmar, samstarv og virðing fyri tí arbeiði, tit gera. Vit vita øll væl, at hetta er arbeiði, sum ikki kann mátast í krónum og oyrum – men í lívum, sum verða reist aftur á beint.
Í sambandi við tey 25 árini hevur KRIS eisini fingið nýtt búmerki og nýggja heimasíðu, til lukku við tí.
Búmerkið, ein planta, sum veksur og ber ávøkst, við tveimum bløðum, ta eina meira følnað í liti, meðan tað úr blaðnum niður úr høgra gongur ein leggur, sum talar til støðufesti. Og omanfyri sólin, sum ímyndar ta hjálp, sum veitt verður, við ráðgeving og vegleiðing, sum skal tryggja ofrinum at koma aftur á rætta kós.
Sera flott, beinrakið og og sigandi!
Eg fari at nýta høvi at takka tykkum øllum, sum hava borið hesum virksemi fram á leið: starvsfólk, sjálvboðin, stuðlar. Og ikki minst øll tey, sum hava torað at sagt frá sína søgu. Tí tað er ikki bara eitt arbeiði fyri einstaka menniskjað, men fyri okkum øll sum samfelag.
So góðu tit, tá vit í dag hyggja fram móti teimum næstu 25 árunum, eri eg sannførdur um, at KRIS fer at halda fram at vera ein ljóskelda í føroyska samfelagnum – við sama trúfesti, sama kærleika og sama dirvi, sum hevur merkt tykkara fyrstu ár.
Hjartaliga til lukku við 25 ára degnum – og takk fyri alt tað, tit hava givið okkara samfelagi.
Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í almenna- og mentamálum