Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
04.02.2026 13:22

Kretonbrøðurnir við teimum eyðkendu reyðu lastbilunum

Ovi Magnussen og Eyðun Magnussen, brøðurnir sum eiga fyritøkuna Kreton (Mynd: Eysturoyarportalurin)

Eyp grein

Bygningurin er eyðkendur og ikki torførur at fáa eyga á, tá ið koyrt verður framvið honum. 

Tað er her, í inni í Dalinum í Norðragøtu, tætt við rundkoyringina til Leirvíkstunnilin, at, Eyðun og Ovi Magnussen, halda til við fyritøkuni Kreton. 

Hendan kalda mánadagin eru fryntligu brøðurnir báðir á skrivstovuni í senn. Nakað sum ikki er so vanligt hjá teimum báðum, tí mest sum altíð eru teir báðir úti á “feltinum” og arbeiða. 

Lagið er avbera gott hendan morgunin og verða eisini onkrar góðar og skemtiligar søgur sagdar aftur við einum heitum kaffikoppi, áðrenn prátið fellur inn á teir báðir og teirra fyritøku.

Teir eru brøður. Ovi er stórbeiggin, meðan Eyðun er trý ár yngri. Teir báðir eru uppvaksnir í Saltangará.

-Vit byrjaðu sum eitt entreprenørfelag og flutningsfelag. Men í 2016 víkaðu vit okkara virksemið og fóru inn á asfaltmarknaðin, sigur eldri beiggin Ovi Magnussen.

Reyðu lastbilarnir og reyði bygningurin inni í Dalinum í Norðragøtu (Mynd: Kreton)

-Vit høvdu tá longu lastbilar, flutningsamboð og fleiri fólk í starvi, so tað var upplagt hjá okkum eisini at bjóða okkum fram til asfaltarbeiði. Og tað er nakað sum hevur flutt okkum frá at vera undirveitari til at vera heildarveitari til kommunur, fyritøkur og stovnar kring landið, sigur yngri beiggin Eyðun Magnussen, sum er stjórin í fyritøkuni og er búsetandi í Saltangará.

Sum oftast eru teir báðir úti og arbeiða, antin koyra teir lastbil, skrúvað uppá okkurt mekaniskt ella asfaltera teir onkrastaðni. Og soleiðis hevur eisini altíð verið hjá teimum mest sum síðani teir dugdu at ganga. 

Teir hava altíð, síðani teir vóru smádreingir, dámt best at verið úti og rokast og verið eitt sindur skitnir um hendurnar. Og tað munnu teir eisini verða best kendir fyri hjá teimum sum kenna teir best. Har hevur altíð verið full ferð á har teir hava verið.

Arbeiðsemið og handalagið er tó ikki komið av ongum. Pápi teirra hevði sína egnu fyritøku, P/F á Heygnum í fleiri ár, har húsast var í túninum og bilhúsinum hjá teimum heima við hús. 

Og har fingu teir báðir, Ovi og Eyðun, góðan lærdóm og íblástur til arbeiðslívið, har teir m.a. putlaðust nógv við at skrúvað uppá bilar og maskinir.

Pápi teirra, Andrias Magnussen, andaðist longu í 1995, tá ið teir vóru heilt ungir dreingir. Og bleiv fyritøkan hjá honum tá seld.

-Men vit byrjaðu so nøkur ár seinni, í 2001, við okkara egnu fyritøku, tá ið vit keyptu okkara fyrsta lastbil, sigur Ovi, sum í dag býr í Vestmanna.

Men trupult var at fáa lán frá bankanum til keypið. Men við treiskni og nakað av snildi, so eydnaðist teimum at fáa lánið.

-Onkur helt okkum verða eitt sindur kreativar, sigur Ovi flennandi og hugsar aftur á tíðina og háttin teir fingu lánið uppá.

Nógvar stuttligar søgur eru at flenna eftir, nú hugsað verður aftur á gamlar dagar (Mynd: Eysturoyarportaluri)

Tá var Ovi 20 ára gamal, meðan Eyðun bert var 17 ár. Tá kallaðist fyritøkan Brøðurnir Magnussen.

-Umstøðurnar vóru, so sum so, fyrstu árini hjá tveimum ungum dreingjum sum okkum, og ikki vistu vit orduliga hvussu man rak eina fyritøku, siga teir flennandi.

Nakað aftaná hetta, keyptu teir so eisini eina gummigeit, sum var við til fyrsta veruliga stóra arbeiðið sum teir høvdu, tá ið teir lessaðu grót til nýggja brimgarðin í Nólsoy. Eitt arbeiðið sum teir gjørdu sum undirveitari hjá RTS. 

-Arbeiðið tók mest sum eitt heilt ár og hjálpti tað fyritøkuni at fáa flogið, heldur Ovi.

Men tað hevur verri enn so altíð verið so lætt hjá teimum báðum. Og hava nógvir brotasjógvar verið á leiðini. 

-Fyrstu árini vóru tung at koma í gjøgnum fíggjarliga. Og onkuntíð hevur staðið rættuliga nógv á. Einaferð reið um snarið at lyklarnir máttu snarast um, tá ið felagið mundi farið á húsagang. Men til alla eydnu eydnaðist at bjarga tí á sjálvari mállinjuni. Eg sat faktiskt í sjálvinum Rættinum, sigur Eyðun við einum skeivum men álvarsligum smílið.

-Nei, tað hevur sanniliga ikki altíð verið ein dansur á rósum, men seinastu árini hevur tað gingið gott hjá fyritøkuni, leggur Ovi afturat.

Men eitt sum teir eru harmir um, er, at hava mist allan bingjuflutningurin av ruski frá russiskum skipum. Ein inntøka, sum var sera góð fíggjarliga hjá fyritøkuni. Men sum bleiv tikin vekk, mest sum yvir nátt av mynduleikunum, tá ið russisku skipini blivu nokta at koma í føroyskar havnir. 

-Vit hava mist eina inntøku sum varð yvir milliónini, og ikki fingið nakað í staðin, hetta hóast mynduleikarnir og fyrrverandi landsstýrismaðurin í Fiskivinnumálum, lovaði at avleidda vinnan ikki skuldi standa við sviði so. So tað merkist væl á botnlinjuni hjá eini fyritøku sum okkara, sigur Eyðun álvarsligur á málinum.

-So nú endar nokk alt skrellið hjá russarum í havinum ístaðin, og tað eru ikki smávegis nøgdir, sigur Ovi. 

Og sipa teir til, at teir (Kreton) plagdu at avleverað heili tríggjar bingjur til hvørt russiskt skip, sum kom í føroyska havn.

Til tíðir hevur staðið nógv á fyritøkuni, men hava teir megna at hóðra undan (Mynd: Eysturoyarportalurin)

Í 2006 skifti felagið navn til Kreton, sum vit kenna tað í dag, og hevur felagið síðani ment seg til eina av størstu fyritøkunum á sínum øki í Føroyum. 

Og eru teir eyðkendu reyðu lastbilarnir nógv at síggja ymsastaðni kring landið, ofta í samband við asfaltarbeiðið. Eitt arbeiðsøkið sum fyritøkan nokk er mest kend fyri í dag.

-Í 2012 flutti vit so inn í hesi hølini í Norðragøtu, sum so eru blivin sett í stand til at nøkta okkara virksemið og tørv. Áðrenn tað, hevði fyritøkan mest sum húsast undir opnum himli ymsastaðni á eystaraarmi á Skálafjørðinum, sigur Eyðun við einum brosið.

Seinastu tíðina hevur tað verið Ovi, sum eisini hevur 45 ára føðingardag júst hendan dagin vit eru á gátt, sum hevur sitið á skrivstovuni og tikið sær av teimum dagligu arbeiðsuppgávunum og fyrispurningum.

Meðan Eyðun mest hevur úti á “feltinum” og arbeitt og tikið sær av tí partinum av arbeiðsuppgávunum hjá fyritøkuni.

Ovi situr í dag mest á skrivstovuni meðan Eyðun eru úti á “feltinum” (Mynd: Eysturoyarportalurin)

-Eg eri stjóri, men Ovi ornar, sigur Eyðun skemtandi.

-Vit hava kanska ikki verið nóg dugnaligir til at tikið okkum av øllum tí skrivstovuarbeiðinum sum krevst, tá ið man hevur eina fyritøku sum hesa. Tað er nógv sum skal ornast, sum vit ikki hava havt orku ella stundir til at gjørt, tí vit hava verið úti og arbeitt tað mesta av degnum. Men tað royni eg so nú at taka mær av í staðin, sigur Ovi.

Í dag er Kreton millum størstu flutnings- og asfalterings fyritøkunum í landinum við umleið 30 bilum og maskinum og umleið 20 starvsfólkum.

-Vit hátíðarhildu 20 ár stovningardagin fyri nøkrum árum síðani her í húsinum. Tað var fantastiskt at upplivað tað. Hvør hevði trúð tí. Í dag hevur fyritøkan so 23 ár á baki, sigur Ovi.

-Um lív og heilsa er, so verða vit nokk verðandi her eina tíð afturat. Okkum dámar væl at arbeiða og vit eru ungir enn, siga teir báðir skemtandi at enda, nú kaffikoppurin hjá øllum er tómur fyri aðru ferð og samrøðan er komin at enda.

við Ánna 74 í Norðragøtu (Mynd: Kreton)