Mynd: Eysturoyarportalurin (savnsmynd)
Dagført: kl. 20.01
Ikki koyrandi til Eiðis og omanfyri Norðskála er bara eitt spor til rundkoyringina og niðan móti Norðskálatunnlinum. Nógvir skalvar á strekkinum og sera ring koyrilíkindir á staðnum í løtuni.
Landsverk boðar frá í kvøld at, tað eru ring koyrilíkindir á Æðuvíkarvegnum og Millum Fjarða. Tað er nógv jarðrok á Fuglafjarðarvegnum og á Oyndarfjarðarvegnum. Tað er ikki koyrandi á Selatraðarvegnum og til Syðradal á Streymoynni.
Meira dagføringar seinni.
Deil á Facebook