Tíðindaskriv/ Ráðið fyri Ferðslutrygd
Annars fært tú klipp í koyrikortið
Hugsavnar tú teg um at koyra bil, tá tú koyrir bil? Ella letur tú teg órógva – til dømis av fartelefonini?
Ráðið fyri Ferðslutrygd heitir aftur á bilførarar um at leggja fartelefonina frá sær, meðan koyrt verður. Gáloysni er nevniliga millum vanligastu orsøkir til ferðsluvanlukkur. Tað vísa kanningar í grannalondum okkara. Og í Danmark siga tølini, at gáloysni er orsøk til fleiri enn 50% av øllum deyðsvanlukkum í ferðsluni.
Tað eru nógv, sum brúka fartelefonina, meðan tey koyra bil. Tað siga tølini hjá løgregluni, og tað siga okkara hugburðskanningar eisini.
Umleið annar hvør metir at, gáloysni er høvuðsorsøk til skaðar í ferðsluni. Bara ‘ov nógv ferð’ verður mett størri skaðaorsøk í ferðsluni. Men hóast nógvir føroyingar vísa á gáloysni sum eina høvuðs skaðaorsøk í ferðsluni, siga nógv seg javnan tosa í handhildna telefon, meðan tey koyra bil.
Vit eru sostatt tilvitaði um, at gáloysni hevur stóran týdning fyri ferðslutrygdina, men vit velja kortini alt ov ofta at gera onnur ting enn at koyra bil, tá vit koyra bil.
Hægri bót og klipp í koyrikortið
Fyri júst einum ári síðani vórðu reglurnar í ferðslulógini herdar viðvíkjandi fartelefon í bilinum. Umframt at bótin er farin úr 1000 kr til 1.500 kr, fært tú nú eisini klipp í koyrikortið fyri nýtslu av allari handhildnari elektroniskari útgerð í bilinum. Til dømis fartelefon, teldli, ella snild-uri. Hetta er ein ferðslulógarbroyting, sum Ráðið fyri Ferðslutrygd hevur arbeitt fyri í nógv ár.
Enn er heldur tíðliga at siga, hvørja ávirkan lógarbroytingin hevur, men fyrstu tølini geva eina ábending um, at eitt vet fleiri bilførarar leggja fartelefonina frá sær, meðan tey koyra. Í alt fingu 91 bilførarar klipp í koyrikortið í 2024 fyri handhildnað fartelefon – tað eru 13 um mánaðan (lógin kom í gildi 29. maj). Fyrstu tríggjar mánaðarnar í ár eru 29 klipp skrivaði fyri sama brot. Tað er gott 9 klipp um mánaðan.
Vit fylgja gongdini og vóna at broyttu reglurnar fara at síggjast aftur, soleiðis at fleiri fara at leggja fartelefonina frá sær, meðan tey koyra bil og harvið betra um ferðslutrygdina fyri okkum øll.
Góð ráð
- Hevur tú eina snildfon? Veitst tú, at flestu snildfonir hava eina funku, sum kann stillast soleiðis, at telefonin ikki ringir ella tekur ímóti sms’um, tá tú koyrir?
- Ert tú ferðafólk í bili, har bilførarin tekst við annað, enn at koyra: Bjóða tær at taka tær av telefonsamrøðuni, sms’inum, ella útvarpinum. Ella bið hann koyra til síðis og steðga bilinum, til hann er til reiðar at halda fram og koyra.
Átakið verður framt í samstarvi við Trygd og Betri trygging. Við smáum filmum, sum verða vístir í sjónvarpi, biografi og sosialum miðlum, verður víst á, at tað gevur klipp í koyrikortið, um tú brúkar handhildnað elektroniska útgerð, meðan tú koyrir bil. Fært tú 3 klipp innan trý ár, missir tú koyrikortið og tað kann fáa keðiligar avleiðingar fyri gerandisdagin. Fyri nýggjar bilførarar eru reglurnar strangari. Tú missir koyrikortið, um tú fært 2 klipp innan trý ár.
Átakið byrjar 1. juni og heldur fram allan mánaðan. Politiið ger kanningar av telefonnýtslu í ferðsluni, meðan átakið er.