Føroya Arbeiðsgevarafelag
Í ársfrásøgnini hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag fyri farna árið hevði felagið sett sjóneykuna á nøkur týðandi evni. Eitt teirra var, at kostnaðurin av at reka vinnu má takast í størri álvara.
Tað verður alsamt truplari og dýrari at reka vinnuligt virksemi í Føroyum. Hækkingar í almennum gjøldum og avgjøldum, umsitingartung lóggáva og støðug óvissa um framtíðar karmar leggja trýst á føroyskar fyritøkur. Hetta er ein avgerandi avbjóðing fyri kappingarførið og møguleikarnar at skapa vøkstur og arbeiðspláss.
Hækkað gjøld og umsitingarlig krøv
Seinastu árini hava fleiri almennar skipanir álagt vinnulívinum øktar útreiðslur. Tað snýr seg bæði um beinleiðis hækkingar í gjøldum og avgjøldum og um umsitingartunga lóggávu, sum verður løgd á vinnuna. Hesar broytingar verða ofta framdar knappliga, uttan kostnaðargreiningar og uttan at greitt verður frá, hví tað er neyðugt at hækka gjøldini. Dømi um gjøld og avgjøld, sum eru hækkað seinastu tíðina, eru:
- Gjøld hjá Arbeiðseftirlitinum
- Gjøld hjá TAKS
- Gjøld hjá Akstovuni
- Gjøld hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni
- Gistingargjald
- Tøkugjøld
- Orkugjøld
- Gjøld á sjóøkinum
- Gjald í sambandi við sjúku (arbeiðsgevarar gjalda fyri fleiri dagar)
- og fleiri onnur gjøld
Fleiri av hesum gjøldum eru hækkaði við væl omanfyri 100%.
Í einari støðu, har óvissa valdar, og har kostnaðirnar annars eisini økjast, er hetta steinur omaná byrðu hjá fleiri føroyskum fyritøkum. Í Føroyum eiga vit at miða eftir at fáa teir allarbestu vinnukarmarnar. Tað er avgerandi fyri at økja um kappingarførið hjá Føroyum at fáa fólk og fyritøkur at velja okkara land sum teirra stað at búgva og at virka. Og bara soleiðis økja vit um føroyska búskapin og vælferðina.
Enn einaferð: Kappingarførið má aftur á dagsskránna
Fyri at tryggja kappingarførið og framtíðar møguleikar má kostnaðurin av at reka vinnu niður. Tað krevur politiskt dirvi og greiða kós. Tað krevur støðufesti í gjalds- og skattaviðurskiftum, lættari og meira gjøgnumskygdar reglur og skynsamar fíggjarligar avgerðir. Ein kappingarfør og virkisfús privat vinnu er týðandi grundarlag undir vælferðarsamfelagnum. Tí eigur tað almenna at tryggja, at vinnan hevur greiðar, haldbarar og skipaðar karmar at virka undir. Fyritøkur mugu kunna hugsavna seg um rakstur og menning og ikki brúka orku upp á óvæntaðar broytingar og óskynsamar byrður. Tað krevur, at politiskar avgerðir verða tiknar við útgangsstøði í veruleikanum hjá vinnuni – ikki í slagorðum ella symbolpolitikki.