Ein heilt serlig konsert verður í Mentanarhúsinum í Fuglafirði komandi leygardag, 11. Mai. Tiltakið, sum byrjar kl. 16, fer at bjóða áhoyrarunum eina fjølbroytta skrá við 9 ymiskum kórum úr økinum Fuglafjørður, Gøtu og Leirvík.
Økið hevur eina ríka kórtraditiónin og týðiligt er at kórsangur liggur djúpt í hjartanum hjá fólkunum, ið her býr. Tilsamans 15 kór teljast og av hesum verða 9 til konsertina. Vit sleppa at hoyra barnakór, gospelkór, manskór, sangbólkar og blanda kór.
Skipað verður eisini fyri felagskórið, sum Benjamin Gåsedal stendur fyri. Hetta kórið venur fríggjakvøldið kl. 19 og so aftur leygardagin áðrenn konsertina. Ein av sangunum, sum felagskórið framførir verður saman við barnakórið.
Tiltakið, ið verður kallað Kórfagnaður, er sostatt ein møguleiki hjá øllum kórunum at hittast, at skapa sambond og at gleðast yvir kórsang.
Konsertin leygardagin kl. 16 er almenn og kostar 100 kr. Børn undir 12 ár sleppa ókeypis inn. Atgongumerki kunnu keypast við dyrnar.
Gundur gandar í køkinum í Mentanarhúsinum leygardagin, soleiðis at tað ber til at keypa okkurt leskiligt undir konsertini ella eftir at konsertin er liðug.
Tey luttakandi kórini eru: Siloakórið
Barnakórið í Siloa
Gentukórið í Fuglafjarðar Skúla Manskórið í Thabor Barnakórið í Thabor
Gospelkór hjá Jórun Vega
Eystanljóð Fuglafjarðar Sangkór