Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
21.11.2025 10:32

Kópaskinn, fitisteinar og grønlendskar plantur

Norðurlandahúsið

Tilfar og úttrykk fevnir víða, tá nakrir av bestu grønlendsku listahandverkarunum vísa síni verk fram í Norðurlandahúsinum í døgunum 25. novembur – 4. desembur.

Framsýningin Kusanartuliat – Inntrykk & úttrykk vísir ríkidømið og fjølbroytnið í grønlendskum listhandverki.

Her er pappír gjørt úr grønlendskum plantum, verk úr skræðu og kópaskinni, stuttligir og øðrvísi figurar úr djóratilfari, frísutir tupilakkar, figurar úr fitisteini, smúkkur gjørdar við íblástri úr grønlendsku náttúruni og smáar eskjur úr staðbundnum tilfari.

Úr ymsum tilfari og listarligum úttrykki hittast her siðbundin grønlendsk mentan og modernað handverk.

Hjá summum av listafólkunum támast mørkini millum tað gagnliga, tað frumsagnarliga og tað listarliga – eins og vit eisini síggja í t.d. sámiskari list. Onnur fara í samrøðu við søguna og samfelagsligu menningina í Grønlandi – frá hjálandatíð móti eini nýggjari sjálvsfatan sum modernað tjóð.

Kristine Spore Kreutzmann, forkvinna fyri grønlendska listafelagsskapin Kimik, hevur kuraterað framsýningina, sum áður hevur verið sett upp á Bornholms Center for kunsthåndværk, Grønbechs Gaard og Nääs Konsthantverk.

Listafólkini eru: 

Ivalo Abelsen, Kim Kleist Eriksen, Kristine Spore Kreutzmann, Lisa Kreutzmann, Lisbeth Karline Poulsen, Liv Aurora Jensen, Mike Lynge, Nadja Arnaaraq Kreutzmann, Naja Rosing-Asvid, Sofie Amondsen og Systuen Kittat.

Framsýningin kann síggjast í Norðurlandahúsinum frá 25. novembur til 4. desembur.