Tíðindaskriv
Talos Guitar Duo koma til Føroyar á konsertferð og fara bjóða áhoyrarunum á eina serliga tónlistarliga ferð gjøgnum ríka ljóðheimin hjá gittaranum. Í konsertunum møtast klassisk meistaraverk og nýskrivaður tónleikur í einari skrá, sum speglar bæði stolta traditión gittarans og livandi framtíð hansara.
Á skránni eru bæði væl kend verk úr altjóða gittarrepertoarinum og frumframførslur, skrivaðar sum partur av verkætlanini Nýggjar røddir fyri gittara. Í hesum sambandi leggja fýra ungir næmingar í tónasmíð fram síni verk, sum eru ment í tøttum samstarvi við Talos Guitar Duo og tónaskaldinum Sunleif Rasmussen.
Úrslitið er ein stemningsfull, virtuosur og nýmótans konsert, sum vísir óendaligu møguleikarnar hjá gittaranum og gevur áhoyrarunum eitt serligt innlit í røddirnar hjá morgindegins tónaskøldum.
Konsertferð okkara og verkætlanin Nýggjar røddir fyri gittara er stuðlað av og eitt samstarv millum Tórshavnar Musikkskúla, Norðurlandahúsið, Mentanargrunn Landsins og Føroya Stift.
Meira kunning á heimasíðunni:
https://www.talosguitarduo.com
Leinkja til konsert í Fuglfjarðar kirkju 6. apríl kl.19.30: https://www.facebook.com/events/26642866802015365/
Leinkja til Norðurlandahúsinum 8. apríl kl.19.00: https://www.nlh.fo/?event=12026/odysse-gittarans-sefo
