Mikukvøldið, 27. mai kl. 20, verður konsert við Siloakórinum í Siloa í Fuglafirði.
Kórið hevur mong ár á baki og er knýtt at samkomuni í Siloa, men umframt fuglfirðingar eru eisini fleiri sangarar úr grannabygdunum, Leirvík og Gøtu, við.
Mikukvøldið verður, eins og vanligt plagar at vera hesa tíðina, boðið til konsert/sangløtu, áðrenn farið verður í summarfrí.
Skráin er fjølbroytt – fyri tað mesta sangir í tí lættara endanum, teir flestu við undirspæli, men eisini onkrir a cappella – og fleiri eru lokalir!
Kórleiðari er Eyðun á Lakjuni.
Ein góður drekkamunnur verður aftaná.
Øll eru hjartaliga vælkomin!
