Mynd: Marius Ziska
Leygarkvøldið 19. november verður konsert við Marius Ziska og bólki í Kolshøll. Marius Ziska hevur í mong á verið ein av Føroya allar bestu sangarum og sangskrivarum. Saman við bólki sínum hevur hann spælt ein hóp av konsertum bæði í Føroyum og uttanlanda. Hann hevur vunnið FMA fyri bestu útgávu. Í Februar mánaða næsta ár skal hann spæla konsert saman við ongum minni enn Føroya symfoniorkestri. Kom í Kolshøll leygarkvøldið 19. november kl. 20:00 og hoyr Marius Ziska singja og spæla mong av teimum hittunum, sum hann hevur ríkað Føroyar við.
Atgongumerki fáast fyri 150 krónur og kunnu keypast á eidistiltok.fo.
Deil á Facebook