Kongshavnar Talvfelag skrivar á heimasíðu síni soleiðis eftir at kappingarárið júst er liðugt:
Vit gjørdust ov stuttir til eitt fyrsta pláss í 2 deild, men hetta var eitt sera gott úrslit hjá okkum.
Vit fluttu upp úr 3 deild í fjør, og megnaðu at fáa eitt 2 pláss í ár, tað má sigast at vera góðtikið, og reiðiliga tað.
Kollfiringar høvdu tað sterkasta liði í deildini, og vunnu uppiborði.
Men tað var spenningur í, líka til seinasta dyst, tí at tað vóru fá stig sum skiltu liðini frá nr. 2 til 6.
Tofta Talvfelag (TT1) verður at síggja í 2 deild næsta kappingarár, og tað sama er galdandi fyri Sandavágs Talvfelag (ST2) sum rykkjur niður úr 1 deild.
So mótstøðan verður kanska enn torførari til næsta kappingarár, men vit mugu bara royna sum fragast at geva teimun skarpan gang, og vóna tað besta.
Úrslit frá liðkappingini kunnu síggjast her.