Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
15.10.2025 18:29

Kongshavnar Kvinnufelag heiðraði tvær megnar kvinnur

Aftast fra vinstru: Anna Tróndargjógv, Sigrid J. Dalsgaard, Fríðbjørg Weihe, Sigrun K. Jónsveinsdóttir, Josfrid Danielsen og Maria Hansen. Fremst frá vinstru: Anna Glyvradal og Elsa í Holusteini (Mynd: Eysturoyarportalurin)

Í gjár varð ein lítil hátíðarløta í samkomuhøllini á Eysturoyar røktar- og ellisheimið í Runavík, har tvær av eldsálunum í Kongshavnar Kvinnufelag blivu heiðrarar fyri drúgva tænastu og tað stóra arbeiðið tær hava lagt eftir seg í felagnum.

85 ára gamla Anna Glyvradal og 98 ára gamla Elsa í Holusteini, sum báðar hava sitið nógv ár í nevndini, hava í mong Harrans ár samlað pening inn til felagið, sum so er brúktur at hjálpa og stuðla ymsastaðni í landinum har brúk hevur verið fyri tí.

Tær hava staðið fyri mongum basarum, dunnuspølum og selt mangar lutaseðlar.

Tær báðar høvdu æruna av at ambulansatænastan kom inn á Skálafjørðin. Samstundis sum at tær eisini stóðu fyri at fáa fígging til at fáa barnagarðin bygdan. Hann stóð liðugur tann 2. mai í 1982.

Tær vístu film í Glyvra skúla sum var forkunnugt tá í tíðini. Og eisini keyptu tær filmstól og orgul til skúlan.

Mitt í 80´inum keypti Kongshavnar Kvinnufelag eini sethús á Glyvrum, beint norðan fyri Missiónshúsið.

Felagið seldi hesi húsini fyri nøkrum árum síðani og varð størsti parturin av sølupeninginum latin til at byggja ungdómshúsið “Gula smiðja“, sum nú er eitt savnandi hús og hevur givið ungdóminum í kommununi betri kor.

Felagið eigur eisini sín part í nýggja svimjuhylinum, sum nú verður bygdur úti við Løkin, har nógvur peningur er samlaður inn gjøgnum árini, og sum inna stutta tíð fer at lata upp fyri almenninginum.

Kongshavnar Kvinnufelag varð stovnað tann 6. november 1957 í Glyvra skúla.

Nú 68 ár eftir hendan fyrsta fundin hjá felagnum kann staðfestast, at felagið hevur verið ógvuliga virkið og sjónligt í lokalsamfelagnum og nógv munandi liggur eftir á søgulig slóð felagsins. 

Myndir: Eysturoyarportalurin