Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
16.09.2025 21:05

Kongabáturin komin í neystið (myndir)

Feðgarnir báðir, Jón Rói Høgnesen og John Høgnesen, og báturn við undirskriftini hjá kongi, í kappróðrarneystinum í Norðragøtu (Mynd: Eysturoyarportalurin)

Tað var í síðstu viku at ÍVF Høgnesen bátasmíð, við bátasmiðinum, John Høgnesen úr Norðragøtu, var á bátamessu í Herning í Danmark, har Kongurin úr Danmark, Frederik X, setti sína undirskrift í bátin.

Og í dag kom trýbekkurin, við undirskiftini á, so aftur til Føroyar og til Norðragøtu, og í kappróðrarneystið hjá Tindi at standa.

Har er so ætlanin at hann skal standa, samstundis sum at fólk nú kunnu fara at hyggja eftir honum, og hinum bátunum, sum standa í kappróðrarneystinum, sigur John Høgnesen, sum eisini er formaðurin í kappróðrarfelagnum.

Les eisini: Myndir: Kongur setti sína undirskrift á bátin

Myndir: Eysturoyarportalurin