Lesarabræv
Ein søga um kleyvarskap tá hann er stórst og tá ynski um úrslit telur meira enn rættvísa úrslitið
Løgreglan óviðkomandi
Sum eg skilji, er Løgreglan komin til okkurt úrslit. Onkur, (ikki øll) hevur fingið at vita, at viðkomandi ikki er mistonktur meira. Tað sigur mær, at tað eg havi hoyrt, at tað eru ymiskir persónar, sum hava skriva á sama seðil er rætt. Við øðrum orðum, so vita vit, at Løgreglan meinar at talan er um valsvik. Meini meg annars hava vita í eina tíð, at so er. Tað eru fleiri mátar at staðfesta tað. T.d. hava veljararnir ikki fingið at vita, at teir hava sett 2 krossar á seðilin. Seðlarnir skulu fleiri ferðir av landinum til kanningar. “Tað er ikki sikkurt at vit finna tann sum hevur gjørt tað” er eisini ein ábending.
Løgreglan leitar sjálvandi eftir persóni, sum hevur sett eyka kross á seðilin. Tað kann sjálvandi taka tíð, sum tað altíð ger hjá Løgregluni. Og metir løgreglan at teir hava prógv til at ákæra onkran, so tekur tað ivaleyst 1-2 ár í rættarskipanini áðrenn rætturin ger niðurstøðu. Málið kann eisini verða lagt til síðis, tí Løgreglan staðfestir valsvik, men ikki finnur prógv fyri hvør hevur framt hetta.
Men sum nevnt, so er tað, at Løgreglan arbeiður við málinum óviðkomandi. Úrslitið hjá Løgregluni er sum so óviðkomandi fyri kommununa og Løgmálaráðið.
Umhugsa at melda starvsfólk í Kommunu og Løgmálaráð
Skjalainnlit vísur, at umhugsa verður at melda politikarar og starvsfólk í Runavíkar kommunu eins og tey í Løgmálaráðnum. Tað má so verða fyri við vilja ella av grovum ósketni at hava latið verða við at gera sína skyldu. Renna tey undan ábyrgd, so er tað við vilja. Áttu tey at vita, er tað grovt ósketni.
Áhugin hjá donsku løgregluni er stórur, havi eg frætt frá fleiri ymiskum keldum. Valsvik á hendan hátt er ongantíð hent í kongaríkinum. Út frá tí má roknast við, at løgreglan fer at kanna málið, meira og betri enn onnur mál.
Ónøgdin hjá kærara er stór. Men ónøgdin hjá veljarunum, sum meina seg snýttar fyri sín demokratiskan rætt, er ikki minni.
Og annars so undrast øll vanlig fólk á, at onki hendir í málinum.
Eitt sera einfalt mál, endar við at verða ein long søga har ikki bara ein, men fleiri mynduleikar ikki megna at gera tað mest einfalda. Tað eru fordømir og tí er einfalt at vita, hvat skal vigast. Onki fordømi er við í nakrari avgerð, sum er tikin higartil. Hvørki hjá kommunu ella Løgmálaráðnum.
Fordømini vísa greitt, at tað at Løgreglan arbeiður við málinum, er óviðkomandi.
Málið var als ikki upplýst, tá umsitingin hjá kommununi, fíggjarnevnd og kommunustýri tóku avgerð, 25, 27 og 29 november 2024. Men upplýsingar vóru til, um tey høvdu ynski um at útvega hesar.
Sostatt var eisini ríkiligt at tilfari til Løgmálaráðið at taka støðu út frá.
Men hvørki Løgmálaráðið ella Runavíkar kommuna høvdu áhuga í nøkrum sum helst.
Vit tosa um val og møguligt valsvik og tí eiga mynduleikar at avgreiða mál so væl, at ongin ivi er, tá avgerðin fellur. Somuleiðis skal støði takast í fordømum. Vit tosa sum altíð um avgerðir grundaðar á lógir.
Vónandi verða nevndu melda til Løgregluna, soleiðis at Løgreglan fær høvi at viðgerða hetta álvarsmál. Tá kunnu vit siga, at staðfest er, hvat minstukrøv eru til almennar umsitingar og nær starvsfólk ábyrgdast ella ikki ábyrgdast fyri feilir.
Gongdin í málinum
Út frá almennum innliti, hópin av samrøðum og yvirhoyrdum samrøðum, verður roynt at lýsa gongdina í málinum.
Dagin fyri valdagin, bað formaðurin í valstýrinum um at sleppa at hava valseðlarnar í Oyndarfirði til dagin eftir. Tað stendur í ummælinum frá valnevndini, at slíkt er hent áður. Tey sum sita og hava sitið í valstyrinum í Oyndarfirði siga, at hetta ikki er hent áður. Valnevndin játtaði umbønini. Havandi í huga, grundgevingar fyri teimum nývalum, sum hava verið, er hetta sjálvandi burturvið.
Ragnar, Oyndfirðingur, tosaði um manglandi atkvøður, frá teimum sum vóru í Barentshavinum, á vegadeildini í Runavíkar kommunu vikuna frammanundan valið. Í Oyndarfirði vistu tey, at teirra maður kundi gerast ov stuttur, tí tað búgva fá fólk í Oyndarfirði.
Valdagurin, týsdagur
Meðan valið fór fram, bleiv umrøtt í valstýrinum at atkvøða fyri persónar, sum vóru til skips og tí ikki til staðar. Anni segði nei, tí tað er sjálvandi ikki loyvt og tað bleiv vist nok ikki gjørt.
Tá valhølið letur aftur verður upptalt í Oyndarfirði. Mynd av valbókini vísur, at valdagin er ongin ivasamur seðil. Somuleiðis vísur mynd, av somu valbók, at til staðbundnu nevndina eru atkvøður, sum ikki eru góðkendar. Tað, sum stendur í ummælinum frá valnevndini, um at tað er vanligt, at telja ógildugar atkvøður við, er ikki rætt. Somuleiðis sæst á heimasíðuuni hjá Runavíkar kommunu yvirlit yvir ógildaðar atkvøður á øllum valstøðum í Runavíkar kommunu. Sostatt er tað als ikki rætt, sum stendur í ummælinum hjá valnevndini.
Aftaná uppteljingina, tekur formaðurin atkvøðurnar við heim. Tær eru í einum plastposa. Hann hevur tær heima til dagin eftir, tá hann so biður Eirik Joensen koyra tær til Runavíkar. Hann fer yvir til Eirik, sum er undir brúsuni. Tí gevur hann konu Eirik plastposan og sigur við hana, at hann sá eina ivasama atkvøðu. Konan sigur hetta við Eirik og hann koyrir síðan plastposan til Runavíkar. (Ískoyti, les fríggjadagin: Hini bæði í valstýrinum høvdu ikki sæð nakran ivasaman seðil)
Ongin frágreiðing er um, hví tey vistu, dagin fyri valdagin, at tey ikki kundu koyra atkvøðuseðlarnar til Runavíkar valkvøldið, eins og tey hava gjørt hvørja ferð síðan samanleggingina.
Valkvøldið eru tey í Oyndarfirði hørm um at missa umboðið. Sitandi býráðslimur, sum ikki stillaði uppaftur, er raskast at kjaka á lokala Facebook bólkinum. Hon skrivar eisini um fínteljingina. Men hon slettar tað seinni. Men onkur hevur sjálvandi goymt tad og undirritaði hevur sæð hetta.
Mikudagur
Hvat hent er i Oyndarfirði, valkvøldið, vita vit ikki við vissu. Men vit vita, at morgunin eftir, áðrenn finteljingina, undrast fólk ymsastaðni i Eysturoynni á, at folk i Oyndarfirði hava so gott álit á fínteljingini.
Valkvøldið, út á náttina, vóru øll uttan Jonhard og Tobbi (og Johan Vest) samlað hjá einum av teimum innvaldu. Endamálið var at velja annan borgarstjora enn Torbjørn Jacobsen. Og tad var meiriluti fyri tí. Umleið 7-4. Orsøkin til at Tobbi ikki var á fundi er sjálvsøgd. Men hann sat heima og fekk vist nokk onkra kunning. Orsøkin til at Jonhard ikki var boðin á fund var, tí at fleiri ikki vildu hava hann við. Tað er vert at hava við, tá gegni í býráðsavgerðini verður umrøtt.
Finteljingin staðfestur, uml. Kl. 14, at ein atkvøða í Oyndarfirði hevur tveir krossar. Ein fyri Jonhard og ein fyri listanum og tí er hon greitt ógyldig. So verður lutakast og Johan Vest er valdur.
Tað undrunarsama er, at kl. 16.33, 29 minuttir aftana at Valstyrið boðar Johan og Jonhard fra úrslitinum, so leggur Jonhard Hammer langa grein út á Dimma.fo (https://dimma.fo/grein/finteljingin-broytir-urslitid-i-runavik) Her verður upplyst at Johan Vest stuðlar Tobba til borgarstjora. Greinin er long og hevur sera nógvar upplýsingar. Eg fekk váttan frá formanninum í valnevndini, um at báðir fingu boð samstundis, umframt kl. frá Jonard og tíðin stendur á dimma.fo Men eg kundi ikki fáa at vita frá Jonhard, hvør hevði sent greinina. Hví leggur Jonhard út og hví so skjótt hugsaði eg?
Eg hugsaði: Røddin er rødd Jákups; men hendurnar eru hendur Esavs!
Lutakastið hevði tídning, tí Tobbi var aftanfyri 4-7 út á náttina, men aftaná lutakastið var hann á odda 6-5. Onkursvegna fær ein varhugan av at Tobbi hevur vita okkurt um hesa ivasomu atkvøðu væl áðrenn lutakastið. Tobbi veit alt, so tað er onki undarligt í tí og ei heldur skal tað skiljast, sum at Tobbi hevur nakran leiklut í tí sum hendi í Oyndarfirði.
29 minuttir er so stutt, at tað, saman við tí, at Oyndfirðingar settu sitt álit á finteljingina, má roknast við, at tað eru fleiri sum vistu, ella hildu seg vita, at finteljingin, ikki fór at geva sama úrslit sum frammanundan.
Jonhard Danielsen fekk at vita, at hansara ógyldaði seðil var úr Oyndarfirði og hevði 2 krossar og hann tapti lutakasti. Men Jonhard fekk eisini vitjan úr Oyndarfirði sama seinnapart og takkaði fyri stuðulin og fortaldi. Tey søgdu, at tey høvdu bara skriva ein kross. Hann ringdi so aftur til Valstyri og fekk at vita at seðlarnir høvdu ligið natt i Oyndarfirði. Og váttan fyri at hann fekk 3 atkvøðuseðlar og 4 krossar i Oyndarfirði.
Hetta fortaldi hann fyri R7, sum skrivaði grein um málið. R7 tosaði við tríggjar veljarar í Oyndarfirði, sum váttaðu, at teir høvdu valt Jonhard og bara høvdu skrivað ein kross.
Hósdagur
Undirritaði ringdi til Løgregluna hósdag, fyri at spyrja, um teir kendu nakað til málið, ella um slikt skuldi til teir ella kommunala eftirlitið. Nei, spyr tú bara hjá kommunala eftirlitinum, tí hatta er fyri tey og ikki okkum. Men stutt aftaná høvdu teir verið í Runavik og heinta valseðlar, havi eg fingið upplyst. Seinni um dagin ringdu teir aftur og bóðu um navn, adressu v.m. Dagar seinni eftirkannaði eg hjá Jonhard Danielsen. Hann segði, at hann hevði á náttartíð sent til Løgregluna og ringt fyri at fáa váttan fyri móttøku. Tá fekk hann at vita, at teir langt siðan vóru farnir i gongd og hann hevur síðan fingið at vita, at tað ikki er hann, sum hevur melda.
Fríggjadagur 15/11
Sveinur Tróndarson í KVF ger samrøðu við formanniní valstýrinum í Oyndarfirði, sum hann citerar í tíðindastubbanum. Vit fáa at vita, at formaðurin hevur sæð eina ivasama atkvøðu.
Undirritaði ringir løtu seinni til Eirik Joensen, sum júst tá tosar við Anni, sum eisini er í valstýrinum. Hann ætlar at bróta av, men av misgávum so breyt ikki av. Eg hoyrdi tí 25 minuttir langa samrøðu. Eg boðaði sjálvandi Løgregluni frá kl. Og tlf. Nr. Soleiðis at Løgreglan kundi útvega sær upplýsingarnar Eg citeri onki frá hesari samrøðu, hvørki her, fyri Løgregluni ella aðrastaðni, uttan tað, at tey høvdu ikki sæð nakran ivasaman valseðil.
Fekk fatur á Sveinur Tróndarson seinni sama seinnapart. Nevndi fyri honum, at var talan um valsvik, so var einasta kelda í KVF, tann sum antin visti hvør hevði gjørt tað, ella eisini hevði hann gjørt tað sjálvur. Tað var Sveinur ikki samdur í.
Hann meinti eisini, at um tað var valsvik, so bar tað ikki til at prógva. Og bleiv tað umval, so bleiv tað bara í Oyndarfirði og ikki í allari kommununi. Tað samsvarar so ikki við fordømi, sum hóast alt eru.
Sunnudagur 17/11
KVF hevur eitt innslag um at R7 møguliga breyt lógina, tí R7 hevur tosa við 100% av veljarunum. Ongastaðni stendur at R7 hevur tosa við 100% av veljarunum. 100% av veljarunum hjá Jonhard Danielsen stendur, fyri tey sum tíma at lesa. Við at skriva 100% og ikki allar 3 veljararnar, slapst undan at nevna Oyndarfjørð.
Undarlig raðfesting, má sigast. Málið er jú uppklára longu fríggjadagin. Tað vistu vit tá og nú kunnu vit prógva tað.
Eg sendi, á leið midnátt ein telupost til Katrin, tíðindaleiðaran, og nevndi 25 minuttir samrøðuna, uttan at nágreina og ymiskt annað eisini.
Onkursvegna fekk eg tað uppfatan, at KVF hevði eina meining um at hvat skuldi verða rætt og skeivt. Málið skuldi kanska tigast burtur. Harmuligt at intelligensurin verður goymdur burtur. Og uppaftur verri, um orsøkin er at tey “skeivu” verða rakt og at tað tí ikki loysir seg at brúka avmarkaða tilfeingi uppá tað.
Tað var annars Georg L Petersen, sum skrivaði grein um umval í Oyndarfirði, ovast á forsíðuni á Dimmalætting 10 desember 1996.
Faktis var tað KVF og Sveinur Tróndarson, sum við at spyrja, prógvaðu, tað, sum nú er prógva við kanning av valseðlum.
Keðiligt, at tey sjálvi ikki vita av tí. Uppaftur keðiligari, at tey ikki røkja sína skyldu og fylgja við.
Annars havi eg lagt merki til at Jonhard Hammer, á Dimmu/Sosialinum rósar Tobba fyri stuðul. Somuleiðis hongur Tróndarson í skjúrtuvelinum á Tobba fyri tíðina. Tobbi tykist so hyper-aktivur fyri tíðina. Tykist púra greitt, at ikki bara eg, men eisini Tobbi veit, hvussu langt málið er komið.
Kommunustýrisfundurin 29/11
Kommunan fær kæru 18/11 og hevur 10 dagar til at taka avgerð. Sæðun, kommunustjóri, og Rógvi Nybo, mentanarleiðari verða settir at viðgerða kæruna. Tey útvega eitt ummæli frá valnevndini, eins og lógin krevur. Men skjølini í málinum vísa, at kommunan, ella tey bæði sum kommunan setti at taka sær av málinum, onki tilfar hava. Tey hava ikki so mikið sum eina reglu av tilfari. Nul, nix, onki! Tey undirskriva 25/11.
Langt aftaná, umleið mai/juni 2025 sendir kommunan skriv til Løgmálaráðið. Har greiða tey frá um hetta. Men tað finst also onki í skjølunum í málinum og onki av hesum var við í býráðsviðgerðini. Ergo er tað framleitt langt aftaná eftir minninum. Og tað har stendur samsvarar ikki alt við tað, eg fekk at vita, tá eg spurdi um málið í november og desember.
27/11 hevur fíggjarnevndin fund. Har er onki tilfar. Bara ein regla um at tað verður lagt fyri býráðið til støðutakan.
29/11-2024 er býráðsfundur. Borgarstjórin lesur upp bæði nevndu skriv. Síðan mælir hann til at býráðið samtykkir eina reglu úr tilmælinum hjá valnevndini. Bara tveir býráðslimir taka orðið. Jonhard sigur ymiskt og nevnur m.a. gegni o.s.fr.
Kaja Joensen manglaði 2 atkvøður í at verða vald. Hon meldaði seg inhabila, tí beiggin situr í valnevndini. Tá er tað beiggin sum er inhabilur og ikki Kaja. Valnevndin, har beiggin er limur gjørdi tilmælið, sum “kundi” verið umval og tað var til fyrimun fyri Kaju. Býráðsfundurin var lógliga lýstur so alt var ikki skeivt.
Elin Klein Joensen heldur talu, har hon spillir Jonhard út. Hetta verður orðarætt endurgivið í Eysturoyarportalinum, eins og svarið hjá Jonhard, til tað Elin segði. Hví bara hetta og ikki restin?
Síðan atkvøða tey í býráðnum. Slutt, málið avgreitt hildu tey! Men soleiðis skuldi tað ikki ganga.
Ein áhoyrari segði, at nú gjørdi Elin seg til høvuðsmistonkta í málinum. Jóhan Vest var eisini møttur sum áhoyrari og fyri at spilla Jonhard út. Jóhan Vest er svágur formannin í valstýrinum og annars stó pápi hansara undir børu.
Síðan er atkvøðugreiðsla og samtykt at kæran skal ikki gangast á møti og valúrslitið skal góðkennast.
Aftaná býráðsfundin er døgurði. Tá takkar Jonhard, Elin K Joensen fyri taluna. Og so skoytur hann uppí, at áhoyrari segði at nú var hon høvuðsmistonkt.
Høkan hjá Elin datt niður á bringuna. Hetta helt Jonhard verða áhugavert, saman við tí Elin hevði skriva valdagin, eins og hann sjálvandi var vísur í at alt var ikki rætt í Oyndarfirði.
Desember 2024 og frameftir
Jonhard kærur avgerðina hjá kommunustýrinum, tí hann metir at onki skil er í viðgerðini og ei heldur í arbeiðinum kommunan hevur gjørt.
Longu 5/12 fær hann svar: Av tí at talan er um kæru um valsvik og eitt mál sum er melda til løgregluna, ger løgmálaraðið onki við malið!
Citat slut. Har stó onki annað. Heldur ikki kæruvegleiðing um hvønn avgerðin ella manglandi avgerðin kann kærast til.
Løgmálaráðið noktar sostatt at viðgerða eina kæru, um eina avgerð hjá einari kommunu.
Jonhard vendi sær síðan til Løgmansskrivstovuna og spurdi har. Tey sendu skriv til LMR, sum Løgmálaráðið ikki tímdi at svara, fyrr enn rykt bleiv eftir svari. Og tey søgdu so bara at alt var í lagið.
Síðan vendi Jonhard sær til Løgtingsins umboðsmann. LUM bað Løgmálaráðið taka málið uppaftur.
Málið er í løtuni til viðgerðar.
Landsstýrismaðurin gav skeivar upplýsingar av Løgtingsins røðarapalli
Jacob Vestergaard setti munnliga fyrispurning til Bjarna Kárason Petersen, landsstýrismann í lógarmálum.
Landsstýrismaðurin gav skeivar upplýsingar. Hann segði at so vítt Løgmálaráðið visti, so var tað hent 2 ferðir at tað hevði verið umval. Einaferð í Vestmanna, (Løgtingsval 1920) tí onkur lúrdi ígjøgnum eitt kvisthol og hevði sæð hvat fólk høvdu valt. Tí mettu munduleikarnir at valið ikki var loyniligt og umval bleiv lýst í øllum norðstreymi.
Einaferð í Elduvík tí valhølið stó ólæst í døgurðatímanum. Hetta er beinleiðis skeivt. Umval var í Oyndarfirði í 1997, tí valið í 1996 bleiv ógylda, av kommunustýrinum og landsstýrið tók undir við tí.
Kanska ikki stór lygn. Men tað vísur hvussu litið skil er á tí sum svarað verður.
Jacob Vestergaard spurdi Landsstýrismannin, um hetta ikki var analogt við støðuna í Runavíkar kommunu. Men 5 oyra fall ikki hjá Landsstýrismanninum. Hann svaraði: At taka eina kommunu av ræði er ikki nakað ein bara ger.
Til tað er at siga, at Landsstýrismaðurin hevur skyldu at halda seg til lógir. Onki landsstýrismaður ger ella ikki ger er bara bara. At taka eina kommunu av ræði verður gjørt sambært lóg og ikki eftir meting!
Svar hansara er at renna undan ábyrgd. Tað er uppsagnargrund.
Rætta svarið hjá Landsstýrismanninum hevði tá verið, Vísandi til lógir og reglur er niðurstøðan… Tað sum hon hevði verið við sakligari viðgerð. Og erliga svarið hevði verið, at tey súlta málið!
Út frá precedens er málið klokkuklárt umval, tí tað er umval hvørja einastu ferð okkurt ivasamt hevur verið. Skal tað ella skal tað ikki verða umval hesaferð er tí ein spurningur sum Landsstýrismaðurin skal viðgerða og taka støðu til, út frá galdandi lógum, fordømum og øðrum relevantum upplýsingum.
Í hesum føri hevur Landsstýrismaðurin valt at lata verða við at viðgera eitt mál. Avgerðin, sum tikin er, er tikin uttan atlit til nakað sum helst. Vanliga merkir slíkt at Landsstýrismaðurin verður frákoyrdur.
Umsitingin hevur vegna Landsstýrismannin tikið avgerð, uttan fyrireiking og uttan at útvega tilfar.
Harumframt átti onkur at minst til, at kommunuvalið í Tórshavnar uttanbýggja kommunu (Argir/Hoyvík) í 1976 bleiv ógilda. Eg tosaði við táverðandi formann í valstýrinum fyri 2 mánum síðan, sum váttaði og nevndi at tað bara var 1 atkvøða á muni og tvær ólógligar atkvøður frá borgarum, sum høvdu valkort, men vóru fluttir stutt frammanundan. Eg las á tíðarrit. Tað sær út til, at kommunustýri, var helst nøgt við valúrslitið, og samtykti ikki at ganga kæruni á møti. Landsstýri tók kommununa av ræði og útskrivaði nýval í mars 1977.
Sostatt vita vit, hóast Løgmálaráðið ikki veit, at tað at taka eina kommunu av ræði er nakað gjørt verður, tá kommunan ikki ger tað, sum hon eigur at gera. Tað er hent áður. Og hetta er ikki eftir meting, men sambært lóg. Tað at fylgja lógini er skylda hjá Løgmálaráðnum. Kristin Michelsen fekk enntá skriv við kravboðum sunnumorgun, frá Aðalstjóra, sum helst hevði tikið kommunala eftirlitið av ræði, og óiva við vælsignilsi, ella eftir umbøn, frá Landsstýriskvinnuni.
Endurviðgerðin í Løgmálaráðnum
Toppurin av allari býttheit, kom ein av seinastu døgunum. Jonhard segði mær, at hann bleiv uppringdur. Hevur tú fingið innlit í viðmerkingarnar frá Runavíkar kommunu í málinum? Nei segði Jonhard. Tit noktaðu mær innlit!!. Tað kann ikki passa, ljóðaði úr hinum endanum. Jonhard svaraði: Eg fekk noktandi svar, skrivliga, so tað eigur at liggja í tykkara skjølum.
Svarið frá Runavíkar kommunu var annars eitt nýtt skriv, tí í skjalainnliti um ársskifti, var onki skjal. Nú var nýggj frágreiðing skriva, eftir minninum. Og minni var sera vánaligt kann staðfestast.
So hvørki umsitingin í Runavíkar kommunu ella í Løgmálaráðnum tykjast vilja viðgerða málið. Tað er púra greitt at tey renna undan.
Annars er Kommunala eftirlitið ein slags stovnur, sum átti at havt ein leiðara. Tað høvdu tey líka til hetta landsstýri tók við. At aðalstjórin vassar í málinum er ikki skilagott. Og tá okkurt møguliga er skeivt avgreitt, økir tað tørvin á at rættvísgera feilir og ongin hevur ábyrgdina av tí sum gjørt verður. At 3 ella 4 fólk hava viðgjørt eitt mál, har onki tilfar og næstan onki arbeiði sæst verða gjørt, sigur okkum, at tað kann bara enda við einari katastrofu.
Endi
Talan er um tvey ymisk mál.
1. Fór valið fram á rættan hátt?
2. Hevur onkur framt valsvik?
Vit vita um 3 umval. Onki av teimum var valsvik. Ei heldur var mistanki um valsvik. Í fyrsta var valið mett ikki at verða loyniligt. Í báðum teimum seinnu, var mett at úrslitið kundi verið broytt, hóast ongin mistanki var um tað. Tað kundi tí ikki útilokast, at valúrslitið var skeivt. Eisini var bara 1 atkvøða á muni í báðum førum.
Sostatt eru vit har, at tveir instansir svíkja. Hvørki kommunan ella Løgmálaráðið hava gjørt sína skyldu. Bæði skylda uppá Løgregluna. Málið hjá Løgregluni hevur onki at gera við hetta málið.
Málið hjá bæði kommunu og Løgmálaráðnum er, at atkvøðuseðlar hava ligið í einum plastikposa. Onkur ella rættari, Gud og hvør maður, kann hava broytt ein valseðil. Tað kann saktans verða onkur annar enn formaðurin í valstýrinum. Vit hava precedence. Tí áttu báðir instansir at avgreitt málið samsvarandi, longu í desember.
Tað er ikki óhugsandi, at kommunustýri, eins og tað í uttanbýggja kommununi hevur áhuga í at úrslitið verður standandi. Tað er ikki óhugsandi, at tey í Løgmálaráðnum eru konfliktsky og bangin. Aðalstjórin noktar konsekvent at tosa við undirritaða.
Landsstýrismaðurin hevur heilt greitt, ikki ánilsi av, hvat hann tosar um, í hesum máli. Ikki hansara skyld, men tó ábyrgdast hann. Løgtingi kann, um tað taktiskt loysir seg, koyra hann til hús. Og Løgtingi eigur at loysa hann úr starvi, tí hann ábyrgdast í hesum álvarsmáli.
Eftir sita 3 veljarar, sum hava mist sín demokratiska rætt. Hann er stolin frá teimum.
Kommunan hevur rímuliga vist annan borgarstjóra enn hon annars hevði havt. Býráðið er ikki fólkavalt.
Á Løgtingi telja vit ikki uppí 17, sum vilja gera sína skyldu. Tá Løgting er manna av fólki, sum ikki røkja sína skyldu, er tað í longdini skaðiligt. Skyldan hjá Løgmanni og Løgtingi er eisini at umrøða, um tey sum hava ábyrgd av málinum skulu meldast, fyri ikki at røkja sína uppgávu til fullnar. Tað er ikki smáting, tá veljarar boða frá, at teir umhugsa at melda manglandi viðgerð til Løgregluna.
Eg havi tosa við fleiri politikarar. Teir renna eisini undan ábyrgd. Teir umbera seg við løgregluni. Eg segði teimum, at Løgreglan er óviðkomandi. Og so spyrja fleiri víðari um kærari hevur advokat. Sakin er, at kommunustýri tekur støðu uttan tilfar og Løgmálaráðið noktar at viðgerða eitt mál, sambært precedens og taka støðu út frá tí. Tað er skyldan hjá nevndu instansum at útvega neyðugt tilfar. Tað er ikki uppgávan hjá kærara. Alt neyðugt tilfar er annars í málinum.
Tað eru í minsta lagið 2 skrivligir fyrispurningar og ein munnligur sum eru viðkomandi fyri hetta mál.
Tíðin gongur og 3 veljarar føla seg, fyri hvønn dag sum gongur, meira snýttan fyri sín demokratiska rætt.
Staðfestast kann, at í politikki verða professonellu kaskettarnir hondir á knagan, við síðuna av missiónsfrakkunum, soleiðis at moralur og rættvísi ikki skulu forða fyri komandi afturvali.
Eivind Jacobsen
Strendur