Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
27.01.2026 14:25

Kommunustýrisfundur í Sjóvar kommunu

Hósdagin 29. januar, kl. 17:00 verður kommunustýrisfundur í Sjóvar kommunu.


Skráin er hendan:

Mál nr.: 541-13-2025, Sjk., broyting í byggisamtykt fyri vinnuøkið Innan Glyvur
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Byggisamtyktin fyri vinnuøkið avmarkar bygningar hægri enn 8,5m.  
Ynski er tí um at broyta byggisamtyktina fyri økið, so at loyvi verður at byggja hægri. 
Uppskot er um at broyta byggisamtyktina fyri §4. 1 øki C punkt d til:
Einki hús ella einstakir partar teirra mugu vera hægri enn 12 m yvir planeringshædd og natúrligt uppruna lendi.

Tøkni- og býarskipanarnevndin mælir til at broyta byggisamtyktina. Lagt fyri kommunustýrið.

Mál til umrøðu:

Mál nr.: 540-6-2025, Sjk., umhvørvisætlan
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Málið verður umrøtt á fundinum.
 

Mál nr.: 328-4-2022, Sjk., ítróttarhøll á Strondum
Reist av: Sjóvar kommunu 
Málslýsing: Umrøða av málinum 
 

Mál nr.: 541-13-2025, Barna- og ungdómstannrøkt
Reist av: Sjóvar kommunu 
Málslýsing: Kunning. Avtalan, sum kommunan hevur við Tannfegin á Skála, gongur út 1. august. Vísandi til §10, stk. 2, skal avtalan, sum er galdandi í fimm ár, endurskoðast fyri fimm ár afturat.

Fíggjarnevndin mælir til at halda fram við verandi avtalu.