Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
27.08.2026 09:13

Kommunustýrisfundur í Sjóvar kommunu 27. august

Sjóvar kommuna

Kommunustýrisfundur 27.08.2026, kl. 17:00

Mál nr.: 542-27-2026, umsókn um frávik í byggisamstykt
Reist av: Mariu Fagradal 
Málslýsing: Umsókn um frávik í byggisamtyktini, matr. nr. 79bg. Søkt verður um meira frávik til vindfangið á matr. nr. 79bg. Tekniska umsiting hevur gjørt tilmæli til umsóknina. Tøkni- og vinnunevndin mælir til at fylgja tilmælinum frá teknisku umsiting. Lagt fyri kommunustýrið.
 

Mál nr.: 542-18-2026, umsókn um frávik byggisamtykt
Reist av: Róki Nilssen 
Málslýsing: Søkt verður um frávik í byggisamtyktini í samband við, at ætlan er at byggja vindfang á sethús, matr. nr. 79ac. Tøkni- og vinnunevdin mælir til at fylgja tilmælinum frá teknisku umsiting. Lagt fyri kommunustýrið.

Mál nr.: 541-1-2026, Íbúðarverkætlanin á Lághálsar, matr. 234a
Reist av: Sjóvar kommunu 
Málslýsing: Eitt tilboð er komið til íbúðarverkætlanina á Lághálsum. Tøkni- og vinnunevndin mælir til, at tikið verður av tilboðnum. Lagt fyri kommunustýrið.


Mál nr.: 104-7-2026, velja nevndir av nýggjum
Reist av: Sjóvar kommunu 
Málslýsing: Varðafólk skal veljast til Trivnaðar- og umhvørvisnevndina, Tøkni- og vinnunevndina og Fíggjarnevndina.


Mál nr.: 104-12-2025, Strandatún 9
Reist av: Sjóvar kommunu 
Málslýsing: Húsini í Strandatúni 9 eru í ringum standi og ein útreiðsla fyri kommununa. Nevndin mælir til at taka húsið niður. Lagt fyri kommunustýrið. 

Mál nr.: 211-2-2026, eykajáttanir 2026
Reist av: Sjóvar kommunu 
Málslýsing: Fyrsta viðgerð.
Eykajáttanir/reguleringar august.
Rakstur: 200 tkr. á RS-130. 50 tkr. RS-370, 350 tkr. á RS-380, 40 tkr. á RS-390, 6 tkr. RS-642, 50 tkr. á RS-650, 20 tkr. á RS-690. Íalt 716 tkr. at taka av tøkum peningi.
Íløgur: 100 tkr. á RS-311, 1 mió kr. á RS-671. At taka av RS-625.
Fíggjarnevndin mælir til eykajáttanir sambært uppskoti. Lagt fyri kommunustýrið.
 

Mál nr.: 542-4-2025, goymslurúm til Frítíðarstovuna
Reist av: Lítlafløtti 
Málslýsing: Goymslurúm skal gerast í Lítlafløtti. Nú er so nýtt uppskot og tilboð komið. T&V mælir til at gera skúrin.Fíggjarnevndin samtykt at taka undir tilmælinum frá T&V. Peningur er tøkur á RS-311. Lagt fyri kommunustýri. 


Mál nr.: 104-11-2026, víðarisøla av grundstykki
Reist av: Bjørn F. Mikladal 
Málslýsing: Søkt verður um loyvi at seta ein eigara afturat á matr. nr. 379c. Lagt fyri kommunustýrið.

Mál nr. 103-5-2026 verður viðgjørt fyri afturlatnum hurðum

Mál nr.: 103-5-2026, vaskifólk til Stranda skúla
Reist av: Sjóvar kommunu 
Málslýsing: Møgulig setan av vaskifólki til skúlan